Myndir

Arbeiðsplássmetingar í Suðuroy

Saman við Bú- og heimatænastuni og fólkaskúlunum í Suðuroynni ganga Heilsuhjálparafelag Føroya og Føroya Lærarafelag undan fyri at gera arbeiðsumhvørvið hjá limunum tryggari. Feløgini síggja, hvussu limir koma illa fyri í arbeiðinum, bæði kropsliga og sálarliga, og tí vilja vit við arbeiðsplássmetingunum flyta hugsanarháttin, so at vit heldur arbeiða fyribyrgjandi, enn at vakna við kaldan dreym, tá skaðin er hendir.

Feløgini hava arbeitt saman við Arbeiðseftirlitinum at fyrireika tilfar til arbeiðsplássmetingar, og nú er hetta klárt at royna á arbeiðsplássunum. Við arbeiðsplássmetingunum meta vit, at arbeiðsumhvørvið hjá limum okkara verður tryggari. Fyrstu royndirnar verða á arbeiðsplássunum hjá limunum í Suðuroynni.

Á høvuðsmyndini eru frá vinstru: Anna A. Andresen, sálarfrøðingur hjá Arbeiðseftirlitinum, Heri Norðberg, stjóri í Bú- og heimatænastuni í Suðuroy, Bjarni Prior, næstforfólk í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Vagn Foldbo, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, Per Martin Gregersen, forfólk í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Les meiri um evnið her

Aðrar myndir

Fleiri myndir