Undirfeløg
AKT felagið
Felagið varð stovnað 19. februar 2010.
Endamál
Endamálið hjá felagnum er at virka fyri teimum málsøkjum, sum AKT-lærarar arbeiða við og at fáa í lag og røkja samstarv við limirnar.
Felagið virkar fyri:
- at AKT-lærarar hava best møguligu kor at virka undir,
- at útvega tilfar til AKT-lærarar,
- at kunna um arbeiðið hjá AKT-lærarum
- at ráðgeva Føroya Lærarafelag í fakfelagsspurningum, sum viðkoma AKT-lærarum
- at virka fyri støðugari útbúgving av limum fyri at gera teir førar fyri at taka nýggjar tættir upp í arbeiðinum.
Nevnd
- Tórhild Bjarkhamar, forkvinna
- Ioana á Rapa, peningarøkil
- Karina Magnussen, skrivari
(dagført 30. apríl 2026)