Undirfeløg
FL-Eftirlønt
Felagið varð stovnað 26. september 2009.
FLE - Føroya Lærarafelag fyri eftirløntar lærarar
Endamáliðið hjá felagnum er at virka fyri áhugamálum hjá eftirløntum lærarum og at ráðgeva Føroya Lærarafelag í málum viðvíkjandi eftirløntum lærarum, skipa fyri mentanaðar tiltøkum og líknandi.
Nevnd:
- Martin S. Eidesgaard, formaður og skrivari
- Andrass Samuelsen, nevndarlimur
- Hendrik Jacobsen, nevndarlimur
- Oddvá Nattestad, nevndarlimur
- Gunnvør Joensen, nevndarlimur
- Gyðja H. Didriksen, varalimur
- Hilmar Joensen, varalimur
(dagført 18. februar 2025)
Fyri at gerast limur í FLE má lærari vera eftirløntur. Eftirløntir lærarar hava rætt at taka lut á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag.
Viðtøkur fyri Føroya Lærarafelag Eftirlønt, FLE
§ 1. Føroya Lærarafelag Eftirlønt, FLE, er felag fyri limir í Føroya Lærarafelag, ið eru farnir úr starvi við eftirløn. Skrivstova felagsins er skrivstova Føroya Lærarafelags.
§ 2. FLE skal virka fyri menning av limunum og áhugamálum teirra.
§ 3. Limagjaldið verður sambært viðtøkum Føroya Lærarafelags ásett á aðalfundi Føroya Lærarafelags.
§ 4. Valdir verða 5 limir og 2 tiltakslimir til starvsnevndina hjá FLE. Nevndarval verður á limafundi í apríl, soleiðis at 2 limir standa fyri vali ómakað ár og 3 limir makað ár.
Stk 2. Stillað verður upp á fundinum. Í minsta lagi 7 fólk skulu á uppstillingarlistan.
Stk 3. Á valseðilin verða í mesta lagi skrivað nøvnini á fimm av teimum uppstillaðu.
Stk 4. Tey, ið fáa 6. og 7. flestar atkvøður, eru tiltakslimir.
Stk 5. Valbær eru og valrætt hava eftirløntir limir í Føroya Lærarafelag.
§ 5. Nevndin skipar seg við formanni og skrivara.
§ 6. Føroya Lærarafelag umsitur fíggjarviðurskiftini.
§ 7. Starvsnevndirnar í FLE og FL avtala fígging av tiltøkum, sum FLE stendur fyri.
§ 8. FLE kann skipa fyri tiltøkum fyri eftirlønt, t.d. skeið, veitslur, útferðir, ferðir o.a.
§ 9. FL kann veita stuðul til serstøk tiltøk, sum FLE skipar fyri.
§ 10. FLE kann samstarva við aðrar líknandi bólkar í hinum Norðurlondunum.
§ 11. FLE fylgir við, at limirnir verða kunnaðir um tilboð og avtalur um prísniðurskurð til limirnar.
§ 12. Á aðalfundi Føroya Lærarafelags leggur FLE fram ársfrágreiðing.
§ 13. Føroya Lærarafelag hevur allan samráðingarrættin og er einasti avvarðandi sáttmálapartur yvirfyri myndugleikunum.
§ 14. Viðtøkurnar fyri FLE kunnu við vanligum meiriluta broytast á aðalfundinum makað ár.
Hesar viðtøkur eru samtyktar 11. mars 2020.