Fólkaskúlin
Heilsufrøðingar
Sambært løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung, skulu børn og ung fáa fyribyrgjandi heilsukanningar og vegleiðing um heilsu hjá heilsufrøðingi
Børn, sum eru farin í forskúla, og børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi. Heilsufrøðingurin skal bjóða vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Harumframt skal heilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.
Børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um tvær heilsukanningar hjá heilsufrøðingi ella kommunulækna
Virksemið hjá heilsufrøðinginum fer vanliga fram á skúlunum.
Sí heimasíðurnar hjá ymsu skúlunum ella www.gigni.fo