Undirfeløg

Støddfrøðivegleiðara-felagið

Felagið varð stovnað 20. august 2017.

Endamál

Endamálið við felagnum er:

  • at virka fyri teim málsøkjum, sum Støddfrøðivegleiðarar arbeiða á
  • at fáa í lag og røkja samstarv millum limirnar
    at virka fyri støðugari útbúgving av limum fyri at gera teir førar fyri at taka upp nýggjar tættir í arbeiðinum
  • at kunna um arbeiðið hjá Støddfrøðivegleiðarum
  • at ráðgeva Føroya Lærarafelag í málum viðvíkjandi støddfrøðivegleiðarum
  • at skipa fyri menningar tiltøkum og líknandi.

Nevnd

  • Karin Jógvansdóttir, forkvinna
  • Anja Mortensen, kassameistari
  • André Danielsen, nevndarlimur
  • Annika Djurhuus, varalimur

(dagførd 2. septembur 2024)

 

Viðtøkur

Viðtøkur fyri Støddfrøðivegleiðarafelagið
 
§ 1 Navn felagsins er ”Støddfrøðivegleiðarafelagið”.
       
§ 2  Støddfrøðivegleiðarafelagið er eitt áhugafelag undir Føroya Lærarafelag.

§ 3 Endamálið við felagnum er:

  • at virka fyri teim málsøkjum, sum Støddfrøðivegleiðarar arbeiða á
  • at fáa í lag og røkja samstarv millum limirnar
  • at virka fyri støðugari útbúgving av limum fyri at gera teir førar fyri at taka upp nýggjar tættir í arbeiðinum
  • at kunna um arbeiðið hjá Støddfrøðivegleiðarum
  • at ráðgeva Føroya Lærarafelag í málum viðvíkjandi støddfrøðivegleiðarum
  • at skipa fyri menningar tiltøkum og líknandi.

§ 3 Allir lærarar, ið hava ella eru undir útbúgving sum Støddfrøðivegleiðarar kunnu gerast limir í felagnum

§ 4 Støddfrøðivegleiðarafelagið skal virka fyri menning av limunum og áhugamálum teirra.

§ 5  Støddfrøðivegleiðarafelagið kann samstarva við aðrar líknandi bólkar í hinum Norðurlondunum.
 
§ 6  Føroya Lærarafelag hevur allan samráðingarrættin og er einasti avvarðandi sáttmálapartur yvirfyri myndugleikunum.

§ 7. Valdir verða 3 limir og 1 tiltakslimur til starvsnevndina hjá Støddfrøðivegleiðarafelagnum.

Stk. 2. Stillað verður upp á aðalfundinum. Í minsta lagi 4 fólk skulu á uppstillingarlistan.

Stk. 3. Á valseðilin verða skrivað nøvnini á trimum av teimum uppstillaðu.

Stk.4. Tann, ið fær 4. flestar atkvøður, er tiltakslimur.

Stk. 5. Valbær eru og valrætt hava limir í Støddfrøðivegleiðarafelagnum.
 
§ 8.  Nevndin skipar seg við formanni og skrivara.

§ 9.  Aðalfundur verður einaferð um árið í september mánaða og skal fráboðast í minsta lagi 14 dagar frammanundan. Nevndin leggur skrá og innkomin mál á ráðstevnu felagsins seinast 5 dagar áðrenn aðalfundin. Møguligur eykaaðalfundur verður lýstur á sama hátt.


Aðalfundurin er viðtøkuførur við teimum limum, sum møttir eru.

Skráin skal í minsta lagi umfata:

  1. Val av fundarstjóra
  2. Val av skrivara
  3. Frágreiðing um virki felagsins farna ár.
  4. Framløga av roknskapi
  5. Uppskot um virkisætlan felagsins.
  6. Ásetan av limagjaldi
  7. Val av grannskoðara
  8. Nevndarval
  9. Innkomin mál
  10. Ymist.

Stk 2. Innkomin mál skulu verða nevndini í hendi seinast 7 dagar, áðrenn fundurin verður settur, um tey skulu á fundarskránna.

Stk 3. Øll uppskot eru samtykt, tá ið meirilutin av greiddum atkvøðum eru fyri uppskotinum. Tó skulu minst 2/3 av teimum møttu limunum atkvøða fyri til tess at broyta viðtøkur felagsins.

§ 10 Felagið kann takast av, um 2/3 av teim uppmøttu limunum á aðalfundi og síðani á eykaaðalfundi eru fyri tí. Hesin fundur tekur við vanligum meiriluta støðu til, hvat ið gjørt skal verða við ognir felagsins.

Hesar viðtøkur vórðu samtyktar á stovnandi aðalfundi í Tórshavn, 20. september 2017.