Føroya Lærarafelag
Gerst limur
Í samband við innliman skal niðanfyri skjal sendast Føroya Lærarafelag.
Oyðiblaðið skal sendast til lararaf@lararafelag.fo ella til Føroya Lærarafelag, Postrúm 3264, 110 Tórshavn.
Sum limur hevur tú rættindi at:
- fáa hjálp frá álitisfólki á arbeiðsplássinum
- fáa løgfrøðiliga hjálp og málsviðgerð frá felagnum
- gerast partur at lívstrygging, óarbeiðsføristrygging og bráðsjúkutrygging uttan læknaváttan
- fáa Skúlablaðið.
Eisini fáa limir aðrar fyrimunir, so sum atgongd til limatilboð og møguleika at leiga summarhúsini á Nesi í Vági og kømur í íbúðini í felagshúsinum í Havn bíliga.
§ 3. Í felagnum eru vanligir og serligir limir.
§ 4. Umbøn um limaskap kann altíð verða send felagnum antin beinleiðis til skrivstovuna ella um álitisfólk felagsins.
§ 5. Sigur limur seg úr Føroya Lærarafelag, skal hann skrivliga boða skrivstovu felagsins frá minst 1 mánað fyri 1. januar ella 1. august.
§ 7. Allir limir - vanligir og serligir - gjalda mánaðarligt limagjald, sum aðalfundurin, eftir tilmæli frá nevndini, ásetur. Tó gjalda læraraskúlanæmingar ikki limagjald.