Fólkaskúlin

Kanningar og álit

2026

Nám setti tí ein arbeiðsbólk við lærarum og ráðgeva at gera støðulýsing og tilmæli viðvíkjandi praktisku og estetisku lærugreinunum í fólkaskúlanum, t.e. smíð, tónleikur, heimkunnleiki, hondarbeiði og myndlist, metir 

Høvuðsendamálið við støðulýsingini er fyrst og fremst at fáa greiðu á, hvørjir trupulleikar eru við núverandi skipan, og síðani koma við møguligum tilmælum um broytingar og uppskot til nýggja skipan av praktisku og estetisku lærugreinunum.

Henny Dánjalsdóttir, ráðgevi á Námi, leiddi arbeiðið og í arbeiðsbólkinum vóru: Malan Dahl Johansen, Katja Kjartansdóttir, Guðni Petsi Andreasen, Dánjal Husgaard, Kjærbo Høgni Lamhauge, Gunnvá Højgaard Mohr, Jan Bostad Anthoniussen, Tóra Joensen, Marta á Lakjuni, Magni Jakobsen, Harriet Poulsen, Maria Ziska og Elly Johannesen.

2025

Álit um “Sernámsfrøðiliga økið í mun til fólkaskúlanýskipanina” varð handað landstýrismanninum 27. november 2025

Frágreiðing frá landsroyndini 2025.

2024

24. oktober 2024 handaði Fólkaskúlaráðið landstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna N. Joensen, tilmæli um landsroyndir.

Í september 2024 handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrisfólkunum í barna- og útbúgvingarmálum og almanna- og mentamálum eitt álitið um, at eitt heildagstilboð verður sett á stovn í Skúlanum á Trøðni.

Frágreiðing frá landsroyndini í 2024

2023

Frágreiðingin frá PISA-kanningina 2022.

Frágreiðing frá landsroyndini 2023

landsstýrismanninum í undirvísingarmálum, Djóna Nolsø Joensen. Kanningin er gjørd millum næmingar í 5., 7. og 9. flokki

Ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum í Barna og útbúgvingarmálum tilmæli um broytingar í fólkaskúlanum.

Ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum í Uttanríkis- og mentamálum (í dag Barna- og útbúgvingarmálum) eitt tilmæli um Børn við sálarligum og ella sosialum avbjóðingum - At fáa børn at trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum.

2022

Frágreiðing frá landsroyndini 2022

Í november 2022 lat ein bólkur úr hondum eina kvalitativ lesivanakanning 2020-2022 - frágreiðing um lesivanar hjá børnum – børn greiða frá. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur fíggjað kanningina.

2021

18. november 2021 handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrisfólkunum fyri skúlaøkið, heilsuøkið og almannaøkið tilmæli um ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum og útbúgving. Arbeiðsbólkurin varð settur at koma við boðum uppá átøk, ið kunnu bøta um sannlíkindi fyri at ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, megna at fullføra miðnám.
Arbeiðið hjá bólkinum fevnir um skúlaøkið, heilsuøkið og almannaøkið.

Ein arbeiðsbólkur, sum varð settur at gera uppskot til tillagingar í fólkaskúla og á miðnámi við tí endamáli at styrkja støðuna hjá fremmandamálum í skúlaverkinum handaði landsstýrismanninum tilmæli um  fremmandamál í føroyska skúlaverkinum

Frágreiðing frá landsroyndini 2021

2020

Frágreiðing frá landsroyndini 2020

Bóklingurin vendir sær fyrst og fremst til lærarar og onnur starvsfólk í fólkaskúlanum, sum taka ímóti og undirvísa tvímæltum næmingum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt. Harumframt er bóklingurin eisini viðkomandi hjá stovnum, ráðgevum og ábyrgdarpersónum, ið hava tilknýti til fólkaskúlan.

2019

Frágreiðing frá PISA-kanningini 2018

Ein arbeiðsbólkur handaði Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í skúlamálum, eitt tilmæli til framtíðarætlan fyri fremmandamál í føroyska undirvísingarverkinum.

Frágreiðingin frá landsroyndunum í 2019.

13. mai 2019 fekk Mentamálaráðið og Tórshavnar kommuna handa eina Virknaðareftirmeting. Eftirmetingarleiðari var Jógvan Dahl samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya: Anniku Antoniussen og Erlu Olsen.

Lesikanningarbólkurin handan verkætlanina FØROYAR LESA handaði Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í skúlamálum, eitt upprit um, hvat kann verða gjørt og sett í verk, soleiðis at børn lesa meiri.

2018

12. september 2018 handaði ein arbeiðsbólkur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, álit um at eftirmeta breytaskipanina á miðnámi.

5. juni 2018 fekk Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, handa álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil.

2017

10. mai 2017 handaði ein arbeiðsbólkur Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum, eitt tilmæli um ferðavinnuútbúgving í Miðnám í Vestmanna

2016

2. februar handaði fólkaskúlaráðið landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, eitt álit um 10. flokk.

Frágreiðing um landsroyndina í 4. og 6. flokki 2016.

6. desembar 2016 var úrslitið av PISA-kanningini á vári 2015 almannakunngjørd.

2015

Ein arbeiðsbólkur handaði Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, í Mentamálaráðnum eitt tilboð um serliga skipað miðnám sum heildartilboð  til ung við serligum tørvi 30. januar 2015.  Les tilmælið her.

Fylgiskjøl

Ferðafrágreiðing frá Íslandi og Danmark

Álit um eftirskúla á Drelnesi handað Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, í Mentamálaráðnum mikudagin 18. mars 2015. 

Grein eftir Jóhannes Miðskarð, adjunktur, og Marin G. Petersen, lærari, har ljós verður varpað á tær broytingar, ið fara fram í fólkaskúlanum í hesum árum.

Frágreiðing um landsroyndina í 4. og 6. flokki 2015.

Grein eftir Jóhannes Miðskarð, adjunktur, og Marin G. Petersen, lærari, har tey greiða frá týdninginum, ið leiðarans leiklutur og samskifti hava undir broytingum. 

Grein sum partur av granskingarverkætlan, ið Jóhannes Miðskarð, adjunktur, hevur staðið fyri, um námsfrøðiliga leiðslu í fólkaskúlunum. Triðja grein av fýra.

Happing í fólkaskúlanum - ein spurnakanning. Kanningin varð handað Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, 8. mai 2015.

Grein sum partur av granskingarverkætlan, ið Jóhannes Miðskarð, adjunktur, hevur staðið fyri, um námsfrøðiliga leiðslu í fólkaskúlunum. Fjórða grein av fýra.

Grein sum partur av granskingarverkætlan, ið Jóhannes Miðskarð, adjunktur, hevur staðið fyri, um námsfrøðiliga leiðslu í fólkaskúlunum. Fyrsta grein av fýra. 

 

Grein sum partur av granskingarverkætlan, ið Jóhannes Miðskarð, adjunktur, hevur staðið fyri, um námsfrøðiliga leiðslu í fólkaskúlunum. Hesa greinina hevur hann skrivað saman við Marin G. Petersen, lærara. Onnur grein av fýra.

2014

Summarið 2014 fekk landsstýrismaðurin í Mentamálum handa tilmæli um skúlabygnað og læriumstøður. Í tilmælinum um skúlabygnað verður sagt, at bygnaður fólkaskúlans skal vera grundarlagið undir einari tilgongd, har fakliga støðið, valmøguleikarnir og sosialu umstøðurnar hjá næmingunum verða ment.

Fólkaskúlaráðið fekk ískoytisspurningar um førleikastovurnar við í TALIS-kanningina, sum var í september 2013. Fólkaskúlaráðið vil við hesi frágreiðing lýsa kanningarúrslitini og greiða frá tilgongdini til førleikastovurnar og uppgávunum, sum ætlanin er, at førleikastovurnar skulu røkja.

Sí niðanfyri standandi:

 Talis frágreiðing.pdf

Rapport. Ressourcecentre (Okt 2013).pdf

Skipan og fortreytir við atliti at skúlastødd, tímum og fakligum førleikum.pdf

Endamál við førleikastovum mars.pdf

Eftirmeting av evnisdegi um Førleikastovur 18 februar 2013.pdf

Førleikastovan - myndaframløga

Summarið 2014 fekk landsstýrismaðurin í Mentamálum handa tilmæli um sernámsfrøðiliga økið innan fólkaskúlan. Tað, sum fyllir mest, er at fáa endurskoðað lóggávuna, sum viðvíkur tí sernámsfrøðiliga økinum, har eisini verður mælt til, at ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum, ið bera brek, verður tikin við í endurskoðanini av lóggávuni.

Fólkaskúlaráðið hevur latið gera frágreiðing, tey hava gjørt av eygleiðing í øllum forskúlunum í Føroyum. Frágreiðinginar var handað landsstýrismanninum í januar 2014.

Frágreiðing um landsroyndina í 4. og 6. flokki 2014.

Í september 2014 handaði arbeiðsbólkur, sum hevur skrivað tilmæli um at skipa eina góða tilgongd hjá familjum við barni við autismu, landsstýrisfólkunum í almannamálum, mentamálum og heilsumálum, umframt  kommunufelagsformanninum tilmæli.

2013

Frágreiðing frá PISA-kanningini, sum var gjørd í 2012, løgd fram í desember 2013.

 

Úrslitið av landsroyndunum í 4. og 6. flokki 2013

Frágreiðing um mál, ávegis mál, uppgávur og úrslit frá landsroyndini í 2012.

2012

List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum" frá november 2012.

Upprit um førleikastovur - Grundað á tilmælið um serundirvísing, juni 2011

Kanning av útbúgving, menta, ítrótti, frítíð og trivnaði. Úrslit av spurnakanning í 9. flokkum. Firouz Gaini hevur skrivað frágreiðingina.

2011

Frágreiðing um landsroyndina 2011

20. juni 2011 handaði fólkaskúlaráðið landsstýriskvinnuni við skúlamálum álit um sernámsfrøði. 

2010

Franløga frá PISA-kanningini í 2009

Frágreiðingini frá PISA-kanningini 2009.

Hvussu eru kynsleiklutirnir í føroyskum lesibókum til 1.-3. flokk. Kanningina hevur Marna Jacobsen, ritstjóri, gjørt í 2010.

Frágreiðing frá landsroyndunum í 4. og 6. flokki, sum var gjørd á vári 2010, løgd fram í desember 2010.

Læruumhvørvi og arbeiðsumstøður hjá lærarum og skúlaleiðarum. Álit og tilmæli frá arbeiðsbólki í sambandi við TALIS kanningarnar september 2010.

2009

Úrslitið av landsroyndunum í 4. og 6. flokki, sum var gjørd á vári 2009.

2008

Frágreiðing frá landsroyndini 2008

Landsroyndin í 4. og 6. flokki 2008.

Kanning av KT-nýtsluni hjá lærarum í skúlaverkingum, gjørd á vári 2008

2007

10. desember 2007 handaði ein arbeiðsbólkinur, umboðadi skúlar, stovnar og myndugleikar, sum hava ábyrgd av og arbeiða við vegleiðing landsstýrismaanninum í mentamálum eitt álit um at endurskoða vegleiðingarskipanina.

Frágreiðing um PISA-kanningina 2006

Spurnakanningin Happing í føroyska fólkaskúlanum mars 2007

Tilmæli september 2007.

2006

Álit um nýggjar pedagog- og læraraútbúgvingar handað landsstýrismanninum í mentamálum.

Frágreiðing frá PISA-undankanningini, sum var í september 2005.

Frágreiðing frá Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni, til aðalorðaskifti um fólkaskúlan 2006.

Uppskot um at styrkja fakliga førleikan hjá næmingum og at menna fólkaskúlan oktober 2006

2004

Álit um ráðlegging fólkaskúlans skúlaárið 2004/2005

2002

Álitið er grundað á, at arbeiðsbólkur hevur kannað tørvin á skúlatilboðum til ung menningartarnað, havt fund við foreldur og avvarðandi og kannað, hvussu hetta økið verður skipað í øðrum londum. November í 2002. 

2001

Álit um hvussu tættirnir í fólkaskúlalógini skilabest kunnu setast í verk, soleiðis at skúlin kann fáast at virka til fulnar eftir teimum málum, sum eru sett í lógini, um hvørja ávirkan hetta fær fyri læraran og arbeiðstíðina, og hvussu mest fæst burtur úr fíggjarligu kørmunum. Desember í 2001.

1996

Ráðleggingarnevnd fólkaskúlans legði fram álit um nýggja fólkaskúlalóg. Landsskúlastjórin setti eina nevnd, Ráðleggingarnevnd fólkaskúlans, at taka sær av hesum arbeiði. Nevndin skuldi endurskoða, dagføra og gera møguligar broytingar í verandi lóg.