Undirfeløg

KT-varðafelagið

Felagið var stovnað 6. januar 2000.

Endamál

Endamálið hjá felagnum er at virka fyri teimum málsøkjum, sum KT-vørðir arbeiða á og at fáa í lag og røkja samstarv millum limirnar.

Felagið virkar fyri:

  • at KT-vørðir hava best møguligu kor at virka undir,
  • at útvega tilfar til KT-varðaarbeiðið,
  • at kunna um arbeiðið hjá KT-vørðum,
  • at ráðgeva Føroya Lærarafelag í fakfelagsspurningum, sum viðkoma KT-vørðum
  • at virka fyri støðugari útbúgving av limum fyri at gera teir førar fyri at taka upp nýggjar tættir í arbeiðinum.

Nevnd:

  • Sjúrður Ravnsfjall, formaður
  • Eiler Hansen, skrivari
  • Tórhallur Simonsen, peningarøkil
  • Jens M. Rasmussen, varalimur
     

(dagført 24. mars 2025)

 

Viðtøkur

1. Navn felagsins er ”KT-varðafelagið”.

2. KT-varðafelagið er eitt áhugafelag undir Føroya Lærarafelag. Endamálið er at virka fyri teim málsøkjum, sum KT-vørðir arbeiða á og at fáa í lag og røkja samstarv millum limirnar.

3. Felagið virkar fyri: at KT-vørðir hava best møgulig kor at virka undir,

  • at útvega tilfar til KT-varðaarbeiðið,

  • at kunna um arbeiðið hjá KT-vørðum,

  • at ráðgeva Føroya Lærarafelag í fakfelagsspurningum, sum viðkoma KT-vørðum

  • at virka fyri støðugari útbúgving av limum fyri at gera teir førar fyri at taka upp nýggjar tættir í arbeiðinum.

4. KT-varðafelagið røkir samband við KT-varðafeløg uttanlands.

5. KT-varðafelagið virkar fyri samstarvi við myndugleikar, stovnar og fyritøkur innan KT-økið.

6. KT-varðafelagið skipar fyri ráðstevnum, fundum, o.t. um mál, ið taka seg upp í dagliga KT-varðaarbeiðinum.

7. Allir lærarar, ið hava ella eru undir útbúgving sum KT-vørðir og sum kunnu taka undir við endamáli felagsins, kunnu gerast limir í felagnum.

8. Aðalfundur verður einaferð um árið í september mánaða og skal fráboðast í minsta lagi 14 dagar frammanundan. Nevndin leggur skrá og innkomin mál á ráðstevnu felagsins seinast 5 dagar áðrenn aðalfundin. Møguligur eykaaðalfundur verður lýstur á sama hátt.

Aðalfundurin er viðtøkuførur við teimum limum, sum møttir eru.

Skráin skal í minsta lagi umfata:

  1. Val av fundarstjóra
  2. Val av skrivara
  3. Frágreiðing um virki felagsins farna ár.
  4. Framløga av roknskapi
  5. Uppskot um virkisætlan felagsins.
  6. Ásetan av limagjaldi
  7. Val av grannskoðara
  8. Nevndarval
  9. Innkomin mál
  10. Ymist.

 8.

  1. Á aðalfundi verða valdir 3 nevndarlimir. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, kassameistara og skrivara.
  2. Innkomin mál skulu verða nevndini í hendi seinast 7 dagar, áðrenn fundurin verður settur, um tey skulu á fundarskránna.
  3. Øll uppskot eru samtykt, tá ið meirilutin av greiddum atkvøðum eru fyri uppskotinum. Tó skulu minst 2/3 av teimum møttu limunum atkvøða fyri til tess at broyta viðtøkur felagsins.

9. Nevndin kunnar regluliga limirnar á ráðstevnuni.

10. Felagið kann takast av, um 2/3 av teim uppmøttu limunum á aðalfundi og síðani á eykaaðalfundi eru fyri tí. Hesin fundur tekur við vanligum meiriluta støðu til, hvat ið gjørt skal verða við ognir felagsins.

 

Hesar viðtøkur vórðu samtyktar á stovnandi aðalfundi í Runavík, 6. januar 2000.