Myndir
Frits, Hans Andrias og FL
Í ár eru 125 ár síðan, at Føroya Lærarafelag var sett á stovn, og somuleiðis 140 ár síðan, at Hans Andrias Djurhuus, ið var lærari og heiðurslimur í Føroya Lærarafelag, var borin í heim.
Eingin er í iva um tann stóra týdningin, ið ritverkið hjá Hans Andriasi Djurhuus hevur havt fyri føroyskan skaldskap og uppvaksandi ættarlið. Hans Andrias Djurhuus er uttan iva okkara fólkakærasta skald, og rímur, sangir og søgur hansara eru fólkaogn. Kendasta verk hansara er helst Barnarímur; fleiri av rímunum eru ein natúrligur partur av barnauppalingini hjá børnum í Føroyum enn tann dag í dag. Skaldið hevði stóra virðing fyri barninum og barnasálini, og hetta roynir Frits Johannesen, listamaður og lærari, at fáa fram í listaverkinum, ið Føroya Lærarafelag ognaði sær í sambandi við 125 ára stovningardagin hjá Føroya Lærarafelag á ólavsøku í ár.
Á føðingardegnum hjá Hans Andriasi Djurhuus 20. oktober beyð Føroya Lærarafelag lærarum á gátt at síggja málningin. Listamaðurin greiddi frá, hvat hann hevur ímyndað sær, tá ið hann hevur málað børnini á málninginum, hvussu tey sita í skúlastovuni, bæði í einum skúla frá farnari tíð og nú á døgum. Eisini hevur listamaðurin roynt at fanga ymiska barnalyndið í málninginum og haraftrat møguleikar og amboð, næmingar hava og hava havt. Ein sera vakur og sigandi málningur.
Á tiltakinum sang Guðrun Sólja Jacobsen, læraralesandi á triðja ári, sangir úr Barnarímunum hjá Hans Andriasi.
Aðrar myndir
-
20.03.2026Valfundur í Eysturskúlanum
-
20.03.2026Valevni á skúlabonki
-
05.03.2026Arbeiðsplássmetingar í Suðuroy
-
25.04.2025Aðalfundur Føroya Lærarafelags 2025
-
27.03.2025Ráðstevna í Íslandi um útbúgving
-
21.02.2025Kvæðahugni í Stóra pakkhúsi fyri lærarar
-
07.02.2025Lærarar á palli á Reinsarínum
-
20.04.2024Aðalfundurin 2024
-
08.10.2023Konsert við lærarum á Reinsarínum
-
05.10.2023Kvøldseta í Løkshøll 5. oktobur 2023
-
08.05.2023Aðalfundur Føroya Lærarafelags 2023
-
02.12.2022Valfundur 2022
-
22.05.2022Lærarafelagið á ferð
-
01.05.2022Aðalfundurin 2022
-
13.06.2021Aðalfundur Føroya Lærarafelags 2021
-
24.06.2020Semjan 2020
-
20.06.2020Aðalfundurin 2020
-
21.04.2018Aðalfundur 2018
-
25.03.2017Aðalfundurin 2017
-
31.05.2016Aðalfundur Føroya Lærarafelags 2016
-
31.05.2016Álitisfólkaskeið á vári 2016
-
18.04.2015Aðalfundur Føroya Lærarafelags 2015
-
30.10.2014Álitisfólkaskeið á heysti 2014
-
27.06.2014Nýútbúnir lærarar av Frælsinum 2014
-
05.04.2014Aðalfundur Føroya Lærarafelags 2014
-
06.04.2013Aðalfundur Føroya Lærarafelags 2013
-
06.10.2012Læraradagur 2012
-
15.06.2012Lærarar 2012
-
21.04.2012Aðalfundur Føroya Lærarafelags 2012
-
28.07.2011Opið hús á ólavsøku
-
11.07.2011Húsini við Pedda við Stein gøtu í juli 2011
-
26.04.2011Lesandi á Føroya Læraraskúla í Helsinki í apríl 2011
-
09.04.2011Aðalfundur Føroya Lærarafelags 2011
-
11.09.2010Eykaaðalfundur Føroya Lærarafelags 2010
-
08.09.2010Umbyggingin byrjað
-
17.07.2010Felagshúsini í Pedda við Stein gøtu
-
17.04.2010Aðalfundur Føroya Lærarafelags 2010