Myndir

Aðalfundur í Føroya Lærarafelag 2026

Leygardagin 9. mai var aðalfundur í Føroya Lærarafelag. Fundurin var á Hotel Føroyum í Havn. 

Útivið 300 lærarar vóru á aðalfundinum. Gestarøðarar vóru Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður við skúlamálum, og Rúna í Skála og Hans Harryson, námslektarar á Námsvísindadeildin. Yvirskriftin á røðuni hjá Rúnu og Hans var Námsfrøðilig teinkipausa – eitt sindur um lærarastarvið í dag og eftirútbúgvingarmøguleikar í framtíðini. Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her

Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags í ár fekk 6. flokkur í Vágs skúla. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, handaði veðurlagsvirðislønina.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali; teir vóru Tórhallur við Gil, lærari í Runavíkar komunuskúla, og Eyðbjartur S. Skaalum, lærari í skúlanum á Argjahamri. Eingi onnur stillaðu upp, og teir vóru tí afturvaldir. 

Nevndin í Føroya Lærarafelag er Jacob Eli S. Olsen, formaður, Tórhallur við Gil, næstformaður, Jona Højsted, kassameistari, Eyðbjartur S. Skaalum, skrivari, og Bergur Samuelsen, nevndarlimur. Tiltakslimir eru Rebekka O. Kærbech og Erla K. Róin.

Myndir: Ólavur Frederiksen

Aðrar myndir

Fleiri myndir