Myndir

Aðalfundurin 2022

Leygardagin 30. apríl hevði Føroya Lærarafelag aðalfund. Gestarøðararnir vóru Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Anders Bondo Christensen, fyrrverandi formaður í danska lærarafelagnum.

Veðurlagsvirðislønin var latin triðja árið á rað, og annað árið á rað vann Skála skúli.

Formansval og nevndarval vóru eisini á skránni. Formaðurin seinastu trý árini, Jacob Eli S. Olsen, var valdur trý ár aftrat. Fimm bjóðaðu seg fram at koma í nevndina. Tórhallur við Gil, sum hevur sitið eitt skeið, var afturvaldur, og nývaldur er Eyðbjartur Skaalum. Andrea á Rípuni, sum hevur sitið fleiri skeið, valdi ikki at stilla upp aftur.

Myndir: Ólavur Frederiksen.

Aðrar myndir

Fleiri myndir