Myndir

Lærarafólk taka lógvatak um Grønland

Í morgun byrjaði stórfundur í Nuuk. Grønlendska lærarafelagið IMAK er vertur saman við EI, altjóða felagsskapinum fyri lærarafeløg. Umboð fyri lærarafeløg og skúlaverk um allan heim taka lut á fundinum, sum er eitt stuðulstiltak til frama fyri IMAK og grønlendska fólkinum, nú ágangurin úr USA og frá Trump áhaldandi er so stórur. 

Umboð fyri IMAK løgdu fyri við at greiða frá avbjóðingum og møguleikum í grønlendska skúlaverkinum, og luttakararnir fingu kunning um avbjóðingarnar, sum grønlendska fólkið dagliga er fyri í spentu støðuni, sum er íkomin.

Umboð fyri ymsu londini løgdu fram; eitt nú Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags. Hann greiddi frá, hvussu útgávuvirksemið hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur lyft uppgávuna seinastu 70 árini, so at vit í Føroyum hava bøkur á føroyskum til børn og ung. Tað vóru eldhugaðir og hugsjónarríkir lærarar, sum í fimmtiárunum løgdu uppskot fyri Lærarafelagið at stovna Bókadeildina. Í dag gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags umleið 70 bøkur út árliga umframt barnabløðini Píka7 og Strok til børn og ung á móðurmálinum. Londini eru hugtikin av, hvussu nógvar bøkur koma út til børn og ung á føroyskum, tá vit ikki eru so mong, sum tosa føroyskt.

Fleiri framløgur um umstøðurnar hjá upprunafólki og minnilutumálum vóru eisini á skránni.

Skráin í morgin snýr seg um geopolitisku støðuna hjá Grønlandi. Tá fara allir luttakararnir í gongu til landstingið, har Jens-Frederik Nielsen, landstingsformaður í Naalakkersuisut, tekur ímóti.

EI stendur fyri Education International. Hetta er ein felagsskapur fyri lærarar og skúlaverk um allan heim. Ikki færri enn 375 feløg við 33 milliónum lærarum og skúlafólkum í 180 londum og økjum eru umboðað. Føroya Lærarafelag hevur verið limur í EI, og í løtuni arbeiðir felagið fyri aftur at gerast limur.

Sí fleiri myndir her

 

Aðrar myndir

Fleiri myndir