Tíðindi

Við arbeiðsplássmetingum gera vit arbeiðsumhvørvið tryggari

06.03.2026
Saman við Bú- og heimatænastuni og fólkaskúlunum í Suðuroynni ganga Heilsuhjálparafelag Føroya og Føroya Lærarafelag undan fyri at gera arbeiðsumhvørvið hjá limunum tryggari. Feløgini síggja, hvussu limir koma illa fyri í arbeiðinum, bæði kropsliga og sálarliga, og tí vilja vit við arbeiðsplássmetingunum flyta hugsanarháttin, so at vit heldur arbeiða fyribyrgjandi, enn at vakna við kaldan dreym, tá skaðin er hendir. 

Feløgini hava arbeitt saman við Arbeiðseftirlitinum at fyrireika tilfar til arbeiðsplássmetingar, og nú er hetta klárt at royna á arbeiðsplássunum. Við arbeiðsplássmetingunum meta vit, at arbeiðsumhvørvið hjá limum okkara verður tryggari. Fyrstu royndirnar verða á arbeiðsplássunum hjá limunum í Suðuroynni.

Øll hava rætt til eitt trygt arbeiðsumhvørvi, bæði kropsliga og sálarliga, tað er staðfest við lóg. Lógin ásetur eisini, at tað er ábyrgdin hjá arbeiðsgevaranum at tryggja arbeiðsumhvørvið og at samstarva við trygdarskipanina á staðnum, fyri at náa hesum máli. Ein arbeiðsplássmeting kann greina avbjóðingar og vísa á vandar á arbeiðsplássunum, og tað er eitt gott grundarlag hjá trygdarskipanini at finna loysnir og gera eina ætlan fyri, hvussu vit skulu arbeiða, fyri at bøta um trygd og heilsu hjá starvsfólkunum. Ein styrki við arbeiðsplássmetingini er eisini, at tað er eitt samstarv millum leiðslu og starvsfólk um arbeiðsumhvørvið á staðnum.

Arbeiðseftirlitið hevur dagført tilfarið til arbeiðsplássmetingar fyri bú- og heimatænastur og fólkaskúlar í samstarvi við Heilsuhjálparafelagið og Lærarafelagið. Tilfarið er gjørt soleiðis, at tað er lætt hjá trygdarskipanunum at fara í gongd, og at tilfarið samsvarar við nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Bú- og heimatænastan og allir fólkaskúlarnir í Suðuroynni verða tey fyrstu at royna leistin við arbeiðplássmetingum. Arbeiðsplássmetingin verður gjørd á hvørjum arbeiðsplássi sær, meðan Heilsuhjálparafelagið, Lærarafelagið, Arbeiðseftirlitið, Undirvísingarstýrið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vegleiða og fylgja við, hvussu arbeiðið gongur.

Mikudagin 18. februar hittust partarnir á Hamragarði í Vági at fyrireika arbeiðið at gera arbeiðsplássmetingarnar. Á fundinum vóru leiðslur, trygdarumboð og álitisfólk frá Bú- og heimatænastuni og fólkaskúlunum, Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, Anna A. Andresen, sálarfrøðingur hjá Arbeiðseftirlitinum, Vagn Foldbo og Annbritt Toftegaard frá Undirvísingarstýrinum og frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum vóru Per Martin Gregersen, forfólk, og Bjarni Prior, næstforfólk. Avvarðandi partarnir greiddu frá ætlanum og takkaðu fyri, at arbeiðsplássini í Suðuroynni, sum tey fyrstu, vildu royna arbeiðsplássmetingarnar. Síðan greiddi Anna A. Andresen frá um arbeiðsplássmetingar. Allir luttakararnir tóku væl ímóti ætlanunum og fara at royna arbeiðsplássmetingar hesumegin summarfrítíðina.

Heilsuhjálparafelag Føroya og Føroya Lærarafelag eru fegin um góðu móttøkuna frá arbeiðsgevarunum, og at stjórarnir í Suðuroynni alt fyri eitt vóru klárir at lofta møguleikanum. Vit eru serliga fegin um, at bæði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Undirvísingarstýrið taka so væl undir við ætlanunum.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag

Myndamaður: Bárður Augustinussen

Á myndini ovast eru frá vinstru: Anna A. Andresen, sálarfrøðingur hjá Arbeiðseftirlitinum, Heri Norðberg, stjóri í Bú- og heimatænastuni í Suðuroy, Bjarni Prior, næstforfólk í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Vagn Foldbo, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, Per Martin Gregersen, forfólk í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Et billede, der indeholder Ansigt, tøj, person, indendørs

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder tøj, Ansigt, person, mur

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder tekst, Mobiltelefon, Kommunikationsenhed, Transportabel kommunikationsenhed

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder Ansigt, tøj, menneske, person

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder tøj, person, Ansigt, menneske

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder Ansigt, person, tøj, indendørs

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder Ansigt, tøj, person, indendørs

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder tekst, Mobiltelefon, Transportabel kommunikationsenhed, Kommunikationsenhed

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder tøj, person, mur, indendørs

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder tøj, person, menneske, fodtøj

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder Ansigt, person, tøj, menneske

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder Ansigt, person, tøj, briller

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder Ansigt, tøj, person, begivenhed

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder tøj, person, Ansigt, indendørs

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder person, Ansigt, tøj, indendørs

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder Ansigt, tøj, person, briller

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder tøj, Ansigt, person, indendørs

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder Ansigt, tøj, person, indendørs

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder tøj, Ansigt, person, menneske

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder tøj, person, Ansigt, menneske

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder mejeriprodukt, Søde sager, mad, bær

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Et billede, der indeholder mikrofon, tøj, person, Tale

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.