Tíðindi
Minn meg á lektiubókina
Gjøgnum alla mína skúlagongd í fólkaskúlanum fylgdi hon mær trúføst. Bláa lektiubókin við myndini av Hvalbiar skúla á. Hesa bókina var trupult at liva uttan. Hvønn dag skrivaðu vit tað av, sum lærarin skrivaði á talvuna. Heimkomin varð bókin tikin fram, blaðað í og so vóru skúlating gjørd, og foreldrini fingu tey boðini, sum flokslærarin metti, tey skuldu hava.
Sum næmingur havi eg neyvan hugsað um tað, men í dag síggi eg, hvussu hent amboð henda einfalda bókin var.
Eftir nærum tíggju ár í skúlanum, sum lærari, eri eg farin at sakna “Minn meg á”-bókina meir og meir.
Tað hevði gagnað øllum at fingið lektiubókina aftur í skúlataskuna. Ein einføld lektiubók, sum næmingurin sjálvur skrivar í, hvat skal gerast, hvat skal við í skúla, og hvat hann annars skal minnast til, og hvat foreldrini skulu vita.
Talgildu pallarnir geva okkum góðar møguleikar at kunna og at samskifta. Foreldur kunnu fylgja við, og boð eru løtt at finna aftur. Men tá lektiur og áminningar eru at finna á einum palli, sum tey vaksnu skulu kanna, enda vit við at gera skúlan og skúlatingini óneyðuga fjar frá næminginum; tá kann ov stórur partur av ábyrgdini enda hjá foreldrunum, meðan næmingurin sjálvur fær ein minni virknan leiklut. Tey skulu kanna, hvat skal gerast, finna bøkurnar fram og minna barnið á, hvat er á skránni til hvønn dag. Hjálpin er væl meint, men næmingurin skal læra at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum.
Her kann lektiubókin hava ein týðandi leiklut. At skriva við hond stuðlar minninum og gevur okkum høvi at viðgera tað, vit skriva í lektiubókina. Vit síggja orðini, mynda bókstavirnar og fylgja við tí, sum kemur á pappírið. Gransking vísir, at hondskriving setur í gongd samspæl millum øki í heilanum, sum hava týdning fyri minni og læring. Tað gevur okkum eina góða orsøk til at varðveita hondskrivingina sum ein part av skúladegnum.
Tá næmingurin sjálvur skrivar niður, hvat skal gerast, fær hann sostatt enn eitt høvi at festa seg við uppgávuna. Lærarin kann samstundis tryggja sær, at næmingurin hevur skilt hana. Hvørjar síður skulu lesast? Nær skal arbeiðið vera liðugt? Hvat skal við heim? Soleiðis kunnu vit knýta áminningina saman við fatan og fyrireiking.
Tó er ikki nóg mikið at býta eina bók út og vænta, at nú verður alt øðrvísi. At brúka eina lektiubók er eisini nakað, sum skal lærast. Vit kunnu byrja við eini fastari løtu, har vit saman skriva niður og kanna, at neyðugu bøkurnar eru í taskuni. Vit kunnu eisini hyggja fram um morgindagin og hjálpa næmingunum at býta størri uppgávur út á fleiri dagar. Soleiðis verður bókin eitt amboð í arbeiðinum við at menna góðar arbeiðsvanar. Summir næmingar fara at hava tørv á meiri stuðli enn aðrir, og tað skulu vit sjálvandi leggja upp fyri.
Tað er týdningarmikið, at vit geva næmingunum høvi at taka ábyrgd og stuðla teimum í at læra at brúka hana. Kanska kann “Minn meg á”-bókin hjálpa teimum bæði at minnast tað, sum skal gerast, og at læra at halda skil á øllum sjálv.
Lat okkum fáa “Minn meg á”-bókina aftur í skúlataskuna og læra næmingarnar at brúka hana. Tí henda lítla bókin verður ein góð hjálp hjá næmingunum at læra at taka ábyrgd.