Tíðindi
Hví hava lærarar ofta starv umframt lærarastarvið?
Áðrenn eg svari hesum spurningi, kundi eg trivið í hvørji arbeiði, ið lærarar ofta hava í tí dagliga, sjálvsagt umframt sítt dagliga lærarastarv. Í sjálvum sær ein margháttlig og óhaldbar støða. Tí lærarastarvið átti í sjálvum sær at verið nokk, hvat løn viðvíkur, men tað er tað bara ikki hjá nógvum lærarum. Slíkt eykastarv tekur tíð og troyttar ofta lærarar meira enn gott er, men teir hava ofta einki val.
Nógvir lærarar arbeiða ymsastaðni á almannaøkinum, ikki minst á bústovnum, har teir eitt nú ofta taka vikuskiftisvaktir. Fleiri arbeiða innan ítróttina, ofta sum venjarar av onkrum slag ella dómarar. Nógv skriva, týða ella rættlesa bøkur. Nakrir arbeiða í handli, ímeðan summir undirvísa, eitt nú á kvøldskúlunum. Onnur arbeiða fyri Próvstovuna, har tey antin próvdøma skrivligar uppgávur ella gera skrivligt próvtøkutilfar. Onkur situr í Lærarafelagnum, ímeðan summi eitt nú hava Airbnb, eru ferðaleiðarar ella hava heimablídni um sumranar. Onnur eru bøndur, ímeðan aftur summi forvinna nakað í tónleikaverðini. Og soleiðis kundi ein hildið á. Ein ørgrynna av ymiskum størvum, sum lærarar gera uttan fyri vanliga arbeiðstíð sum lærarar.
Ikki tí, tað má vera fáur lærari, sum metir seg arbeiða ov lítið sum lærari, um ein væl at merkja arbeiðir fulla tíð, ið tey flestu gera. So tað er valla tí, at lærarar keða seg, at teir hava størv aftrat sínum vanliga starvi. Ein lærari hevur á leið 45 tímars arbeiðsviku, sum sjálvandi kann sveiggja nakað upp og niður. Um ein eitt nú hevur nógv at rætta og ráðleggja, skal á seturskúla, hevur foreldrafundir umframt teir ymsu regluligu, meira og minni, álagdu fundirnar, ella hevur nógv um oyruni í próvtøkutíð, er arbeiðsvikan vanliga long, meðan hon helst er styttri aðrar tíðir.
So, aftur til spurningin. Hví hava lærarar ofta starv umframt lærarastarvið? Tað er so sára einfalt. Læraralønin strekkir ikki til. Øll vita, hvussu dýrt tað er at liva í Føroyum. Skatturin er høgur, og ikki minst prísstøðið er sera høgt. Vit hoyrdu eitt nú herfyri, at miðalprísurin fyri eitt sethús í Havn nú er 4,9 mió. Hann er eisini hækkaður nógv aðrastaðni.
Byrjanarlønin hjá einum lærara í fullum starvi eru góðar 32.000 kr. um mánaðin. Tað tekur 12 ár at koma upp á endaløn, sum er góðar 41.000 kr. Tað er næstan 10.000 kr. minni enn hjá lærarum, sum undirvísa á miðnámsskúla, hóast fólkaskúlalærarin undirvísir nógv fleiri tímar enn miðnámsskúlalærarin. Hví so er, havi eg ongantíð skilt.
Við hesari inntøkuni skal ein ungur lærari, eins og øll onnur sjálvandi, umframt at klára dagin og vegin, onkursvegna eisini fáa tak yvir høvdið umframt helst ein bil.
Tí er tað, at fólkaskúlalærarar ofta hava meira enn eitt starv. Fyri at gera sær vónir um at sleppa ein túr uttanlands við børnunum onkuntíð, ella okkurt annað, er tað heilt avgerandi fyri nógv at hava eyka inntøku, umframt læraralønina.
Myndugleikarnir hava nú gjøgnumført leigustuðul og hægri utbúgvingarstuðul, ið sjálvsagt er sera gott. Allur bati bøtir. Men tað er enn sum áður dýrt at liva.
Tí er tað ikki minst fokus á eina lønarhækking, sum munar, nú sáttmálasamráðingar eru í gongd millum Lønardeildina og Føroya Lærarafelag. Tað er longu næstan eitt ár síðani verandi sáttmáli fór úr gildi. Vónandi kemur nýggjur sáttmáli um ikki alt ov langa tíð. Tað er so greiða ætlanin hjá nevndini í Lærarafelagnum.
Onnur tíðindi
-
12.10.2026Royndir eru ikki alt
-
29.09.2026Hvør hevur skrivað stílin – og hvussu er hann skrivaður?
-
22.09.2026PISA – hvat siga næmingarnir?
-
07.09.2026Týdningarmikið at taka væl ímóti nýútbúnum lærarum
-
31.08.2026Stóra menningin byrjar við smáu gerðunum
-
24.08.2026TALIS-kanningin kann geva okkum góða vitan