Tíðindi/Greinar

27. juli 2020

Ynski um meira samstarv og færri undirvísingartímar

Vit mugu allatíðina minna landsins politikkarar á, at fólkaskúlin hevur tørv á lærarum, ið trívast og sleppa at menna seg uttan at skula renna skjótari. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelag, skrivar

Fyrireikingin til komandi skúlaár byrjaði á flestu skúlum longu áðrenn farið var í summarferiu. Tað hoyrdist nevniliga frá lærarum á fleiri skúlum, at tey fóru at arbeiða við at fyrireika komandi skúlaár í ráðleggingarvikuni seinast í juni. Bæði viðvíkjandi fakligum samstarvi, lærugreinasamstarvi og ársætlanum fyri flokkum og lærugreinum.

Tað er søtur tónleikur í oyrum okkara, at fleiri leiðslur ynskja, at lærarar samstarva meira um dygdargóða undirvísing. Ein hjáveiða við hesum er m.a., at lærarar trívast betur við góðum samstarvi, tíð og umstøðum at hugsavna seg.

Ein ynskidreymur er tí, at skúlaleiðslur fáa nóg nógvar játtaðar tímar til hvønn lærara at seta í teigin viðvíkjandi ráðlegging, menning og samstarv. Fyri fáum árum sóu vit, at flestu lærarar fingu í minsta lagi 100 tímar ella 120 tímar (sum er hægsta markið), men nú síggja vit á fleiri virksemisætlanum hjá lærarum kring landið, at tíðin til ráðlegging er minkað munandi. Hetta viðførir heilt einfalt, at fleiri lærarar fáa ein tíma meira í undirvísing um vikuna fyri at røkka 1800 tímum á virksemisætlanini.

Leiðslur á flestu skúlum merkja, at játtaðir tímar ikki røkka til fulla ráðlegging til hvønn lærara. Hetta er ein óheppin støða fyri leiðslur, ið ynskja ein skúla, har lærarar fáa tíð at menna seg fakliga í samstarvi.

Spara seg í dýpið

Lærarafelagið hevur mangan víst á trupulleikan og vandan við, at lærarar renna skjótari og skjótari fyri at náa tað sama sum fyrr. Undirvísingarstýrið vísir til landsstýrismannin, sum síðan vísir til Løgtingið, har pengarnir eru játtaðir.   

Sparingin frá landsins síðu kann – og hevur møguliga longu viðført, at orkan hjá lærarum verður uppi, sálarliga heilsan viknar og í ringasta føri ikki megnar sítt arbeiði og má sjúkramelda seg.

Føroyski fólkaskúlin ynskir meira fíggjarliga orku og harvið meira tíð til samstarv, menning og ráðlegging. Skulu vit fylgja við menningini á eitt nú KT-økinum og samstundis undirvísa øllum børnum við øllum hugsandi førleikum og avbjóðingum, so krevst tað umstøður og tíð til tess. Lærarafelagið og Skúlaleiðarafelagið áttu í felag at arbeitt fyri at venda hesi gongd.

Til ber hjá leiðslum at søkja Undirvísingarstýrið um tímar til serlig faklig og mennandi átøk. Eitt nú víðkað lærugreinasamstarv, sum sæst aftur í oman fyri nevnda teigi í virksemisætlanini.

Hóast vit fegnast um, at UVS nú letur upp fyri fakligum átøkum við at lata tímar til serlig átøk, so átti tað ikki verið neyðugt hjá skúlum at skula nýta fulla orku til at søkja um at fáa nakrar fáar tímar at seta í tann gylta teigin, sum í veruleikanum stýrir bæði virksemið og undirvísingartímatalinum hjá einstaka læraranum.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan