Sáttmálar og semjur

Sáttmáli

 

millum

 

Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

 

2019 til 2022

 

1. Kapittul

§ 1. Øki

Sáttmálin er fyri lærarar í føroyska fólkaskúlanum og onnur, nevnd í avtaluni um, hvussu lærarastørv verða flokkað og lønt.

 

Stk. 2 Sáttmálin er ikki fyri tænastumenn, tænastumenn sum fáa bíðipening og tænastumenn við eftirløn.

 

2. Kapittul

§ 2. Setan

Kapittulin er um lærara, sum er settur í starv í 3 mánaðir ella longur. Starvið er fast starv ella tíðaravmarkað.

 

§ 3. Setanarbræv

Í seinasta lagi 14 dagar eftir setanina fær lærari setanarbræv. Í setanarbrævinum skal standa:

  1. navn og bústaður hjá setanarmyndugleikanum og tí setta,
  2. nær setanin tekur við,
  3. galdandi sáttmáli millum omanfyri nevndu partar at ganga eftir,
  4. starvsheiti,
  5. byrjanarløn (grundløn umframt fastar viðbøtur og/ella ískoyti),
  6. eftirlønargjald,
  7. starvsaldur og seinasta broyting í starvsaldri,
  8. uppsagnartíð frá arbeiðsgevara og setta,
  9. setanarbrotpartur, arbeiðstíð
  10. frítíð við løn og frítíðarískoyti,
  11. setanarøki og
  12. arbeiðsstaður/staðir í løtuni. (Viðmerkjast skal, hvar høvuðsstarvsstaðurin er).

 

§ 4. Løn

Lønin er ásett í lønartalvum galdandi fyri henda sáttmála.

Stk. 2. Lærarastørv verða flokkað eftir avtaluni um, hvussu lærararstørv verða flokkað og lønt.

Stk. 3. Lønin verður eftir setanarbroti og starvsaldri, sum eftir § 3 verður tilskilað í setanarbrævinum.

Stk. 4. Lønin verður goldin mánaðarliga afturút og í seinasta lagi síðsta dag í mánaðinum, sum peningastovnarnir hava opið. Teir lærarar, sum vóru í starvi 10. juli 1998 og sum eru forútløntir, halda fram sum forútløntir, til teir fyrstu ferð fara úr starvi ella fáa farloyvi við ongari løn í eitt ár ella longur.

 

§ 5. Starvsaldur

Lærari fær roknaðan fullan starvsaldur, hevur hann í minsta lagi hálvt starv. Er talan um minni enn hálvt starv, verður starvsaldurin roknaður lutfalsliga.

Stk. 2. Lærari, sum hevur setanarbrot minni enn 0,5 í skúlanum, men hevur meira enn hetta samanlagt við aðrari setan í forskúlanum ella fólkaskúlanum, fær roknaðan fullan starvsaldur.

Stk 3. Lærari er tvey ár á hvørjum lønarstigi.

 

§ 6. Farloyvi

Lærari kann fáa farloyvi við ongari løn, tá ið tað gongur ikki ímóti skúlans áhugamálum. Fær lærari farloyvi til útbúgving, ella eftirútbúgving, kann hann fáa frí við løn ella niðursettari løn. Farloyvi kann verða givið í upp í 2 ár hvørja ferð, tó í mesta lagi í 4 ár, og hevur skúlin skyldu til at hava starv til hansara, tá ið farloyvið er av. Lærari, sum hevur starvast longur enn 5 ár, skal alt tað ber til altíð hava rætt til minst 1 árs farloyvi.

 

§ 7. Eftirlønargjald

Í eftirlønargjaldi verða goldin 17% av eftirlønargevandi lønini.

Stk. 2. Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið í felags (kollektiva) eftirlønarskipan, sum sáttmálapartarnir í serstakari avtalu eru samdir um.

Stk. 3. Fyri lærara, sum onkursvegna ikki kann verða við í eftirlønartryggingarskipan, tí t.d. heilsan bilar, skal eftirlønargjaldið verða goldið í eina uppsparingarskipan, sum sáttmálapartarnir semjast um.

Stk. 4. Lærari kann gera avtalu við arbeiðsgevaran um at rinda meir í eftirlønargjaldi. Lønin verður so lækkað samsvarandi.

Stk. 5. Lærari, sum hevur í minsta lagi setanarbrot 0,44, fær eftirlønargjald. Lærari, sum hevur setanarbrot í skúlanum minni enn 0,44, men hevur meira enn hetta samanlagt við aðrari setan í  antin í forskúlanum ella skúlanum, fær eftirlønargjald.

Stk. 6. Eftirlønargjaldið verður flutt samstundis, sum lønin verður útgoldin.

 

§ 8. Barnferð

Lærari, ið er við barn, eigur at siga stovninum frá í minsta lagi 3 mánaðir fyri metta føðing.

 

Stk. 2. Lærari hevur rætt til barsilsfarloyvi við løn 4 vikur undan mettari føðing og í 24 vikur eftir føðing, t.e. 28 vikur tilsamans.

 

Stk. 3. Prógvar lærari við læknaváttan, at hon er óarbeiðsfør 4 vikur ella fyrr undan mettari føðing, verður hetta roknað sum valig sjúka, og lærarin hevur tá rætt til løn undir sjúku. Tá ið 4 vikur eru eftir til metta føðing, verður farið frá løn undir sjúku til barsilsfarloyvi við løn, sbr. stk. 2. Samlaða barsilsfarloyvi við løn er farmvegis 28 vikur.

 

Stk. 4. Umframt nevndu sømdir kann lærari fáa farloyvi við løn alla viðgongutíðina, um hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum.

 

Stk. 5. Frá 14. viku eftir føðing kunnu foreldrini býta rættin til barsilsfarloyvi við løn ímillum sín.

 

Stk. 6. Lærari, ið ættleiða barn, hava rætt til fráveru við løn í upp til 4 vikur áðrenn, tey fáa barnið, og í 24 vikur tilsamans. Foreldrini kunnu býta rættin til fráveru við løn ímillum sín. Rætturin til fráveru við løn er treytaður av, at ættleiðingarmyndugleikin frammanundan hevur gjørt av, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í samband við, at tey fáa barnið. Foreldrini kunnu ikki vera í farloyvi við løn samstundis eftir hesi grein.

 

Stk. 7. Umframt farloyvi nevnt í stk. 2-6, hava lærarar rætt til farloyvi við ongari løn og uttan at missa starvsaldur soleiðis, at samlaða farloyvistíðarskeiðið tilsamans er 52 vikur eftir føðing ella eftir, at tey hava fingið barnið. Tíðarskeiðini eru samanhangandi, og farloyvi eftir hesi grein skal vera avgreitt í seinasta lagi 52 vikur eftir føðing ella eftir, at tey hava fingið barnið.

Henda grein fær gildi frá í dag og er eisini galdandi fyri tær barnakonur, sum eru í barsilsfarloyvi við løn frá arbeiðsgevara. 

 

§ 9. Sjúka

Er lærari fyri sjúku ikki førur fyri at koma til arbeiðis, verður hetta at rokna sum lógligt forfall. Er hann sjúkur í meira enn 2 vikur, kann vera kravt, at arbeiðsgevarin fær at vita frá lækna um útlitini fyri arbeiðsføri. Arbeiðsgevarin rindar læknaváttanina.

Stk.2. Hevur lærari í 12 fylgjandi mánaðir fingið løn undir sjúku í 120 dagar tilsamans, kann lærarin verða sagdur upp við 1 mánaðar freist at fara úr starvi, tá fyrsti heili mánaðurin er av. Hetta treytað av, at uppsøgnin verður givin beint eftir teir 120 sjúkradagarnar, og meðan lærarin framvegis er sjúkur.

Stk. 3. Tá ið lærari er sjúkur, skal støða verða tikin til, um útlit eru fyri, at hann innan rímiliga tíð verður førur fyri at røkja starvið aftur á fullgóðan hátt. Gevur læknaváttanin onga vón um, at lærarin vinnur heilsuna aftur, verða stig tikin at loysa hann úr starvinum.

Stk. 4. Lærari kann fáa frí við løn, tá ið barn/børn hansara er/eru sjúk, tó í mesta lagi í 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar um árið. Eigur hann fleiri enn 2 børn undir 10 ár, kann hann fáa frí upp í 20 dagar í einum skúlaári.

 

§ 10. Uppsøgn

Verður lærari sagdur úr starvi, galda ásetingarnar um uppsøgn í løgtingslóg um starvsmenn.

Stk. 2: Ætlar setanarmyndugleikin at siga lærara úr starvi, skal ætlanarskriv um uppsøgn verða latið til ummælis við minst 14 daga freist. Føroya Lærarafelag fær fráboðan um, at ætlanarskriv er sent læraranum.

 Stk. 3: Uppsagnarfreistin hjá álitisfólkum verður longd við 3 mánaðum.

 

§ 11. Eftirsitiløn

Tá ið lærari doyr í tænastutíðini, eiga hjúnafelagi/samlivari ella børn undir 21 ár, sum hann uppiheldur, rætt til løn samsvarandi uppsagnartíðini, minst 3 mánaðir, tó hægst 6 mánaðir. Eftirsitilønin er seinast útgoldna mánaðarlønin. Lønin í mánaðinum, tá ið lærari doyr, verður ikki roknað upp í eftirsitilønina.

 

§ 12. Frítíðarløn

Frítíð er eftir løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn við seinni broytingum. Innvinningarárið er skúlaárið.

 

§ 13. Yrkisfelagsarbeiði

Álitisfólk og nevndarlimir kunnu ikki verða uppsøgd, uttan at uppsøgnin hevur verið til viðgerðar millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Stk. 2. Nevndarlimir og eykanevndarlimir í Føroya Lærarafelag kunnu fáa farloyvi við løn og fríum vikari til nevndararbeiði. Umsókn verður at senda tænastuligan veg í hvørjum einstøkum føri, í góðari tíð frammanundan. Tílíkt farloyvi kann eisini verða avtalað sum niðursett arbeiðstíð í eitt hálvt ella eitt heilt skúlaár. Umsóknir um niðursetta arbeiðstíð verða at viðgera við vælvild, hóast tær skuldu komið seinni enn vanliga freistin.

Stk. 3. Fer samanlagda tímatalið í stk. 2 upp um 950 tímar í einum skúlaári, kunnu nevndarlimir og eykanevndarlimir fáa farloyvi við ongari løn til nevndararbeiði út yvir tað.

Stk. 4. Gjørt verður upp og avroknað eina ferð um árið, við skúlaársenda.

 

§ 14. Samstarvsráð

Nevndarlimir í Føroya Lærarafelag verða umboðaðir í einum samstarvsráði millum Føroya Lærarafelag og fólkaskúladeildina í Mentamálaráðnum, eftir semju frá 1993 og reglum, sum sáttmálapartarnir eru komnir ásamt um.

 

3. Kapittul

 

§ 15. Fyribilssetan

Kapitlið er um lærara, sum er settur sum avloysari, tí at lærari er sjúkur ella er burtur av øðrum grundum og um lærara, sum er settur í annað fyribilsstarv í styttri tíð enn 3 mánaðir.

 

§ 16. Løn

Fyribilssettur lærari fær tímaløn sum ásett í avtaluni um, hvussu lærarastørv verða flokkað og lønt. Hevur lærarin fasta tímatalvu og er setanin longri enn ein mánað, fær hann mánaðarløn. Verður setanin longd soleiðis, at hon tilsamans verður longri enn 1 mánað, verður goldin mánaðarløn frá tí degi, hetta er greitt.

Stk. 2. Fyri hvønn undirvísingardag, lærari verður boðsendur at møta, verður útgoldið í minsta lagi løn fyri 3 undirvísingartímar.

 

§ 17. Barnsburður, ættleiðing og sjúka

Fyribilssettur lærari kemur undir javnstøðulógina, løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan og dagpeningalógina.

 

§ 18. Uppsøgn

Setanin hjá fyribilssettum kann enda frá einum degi til annan. Setanin er av við ongari fráboðan, tann dagin avtalað varð, tá ið lærarin varð settur í starv. Setanin kann verða longd, og verður tá at roknað sum ikki slitin.

 

§ 19. Aðrar setanartreytir

Fyri tímalønt galda annars hesar ásetingar í 2. kapitli:

  1. § 3 um setanarbræv
  2. § 4, stk. 4 um lønarútgjalding
  3. § 12 um frítíð
  4. § 14 um samstarvsráð.

 

4. Kapitul
 

§ 20. Gildiskoma og uppsøgn

Sáttmálin er í gildi frá 1. oktober 2019. Sáttmálin kann verða sagdur upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til at fara úr gildi tann 1. oktober í 2022.

  

 

Tórshavn tann 24. juni 2020

 

Føroya Lærarafelag             Fíggjarmálaráðið

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan