Sáttmálar og semjur

Nýggja semjan

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

 

1. Sáttmálalaskeið og lønarhækkingar

 

Verandi sáttmáli og høvuðsavtala verða endurnýggjað frá 1. oktober í 2022 til tann 1. oktober í 2025.

  • Tann 1. oktober í 2022 hækka mánaðarlønirnar 3,80%
  • Tann 1. oktober í 2023 hækka mánaðarlønirnar 4,20%
  • Tann 1. oktober í 2024 hækka mánaðarlønirnar 4,70%

 

2. Broytingar í flokkingaravtaluni

§ 6. Verður soljóðandi:

Skúlastjórastørv verða skipað í øllum skúlum.

Stk. 2. Skúlastjórastørv verða flokkað soleiðis:

 

Næmingar     Flokking

0-30               33-1

31-90             34-1

91-249           35-1(Skúlar við framhaldsdeild (8.– 10. flokk), hóast lægri næmingatal)

250-399         36-1

400-499         37-1

500-599         38-1

600-699         39-1

700-899         40-1

 

§ 9 verður soljóðandi:

Serráðgevar, ritstjórar, ráðgevar í NÁM (við setanarbroti 0,4 og hægri í Námi)

30-3

32-2

Allar broytingar í flokkingaravtaluni eru galdandi frá 1. oktober 2024.

 

3. Viðbøtur

Ein nýggj skipan við viðbótum fyri eftirútbúgvingar verður sett í verk. Viðbótin er grundað á ECTS stig og er flokkað í lønarflokki 29.2 stig 29.

ECTS        %             Flokking

06 –19      3  av         29.2 – stig 29

20 –39      5 av          29.2 – stig 29

40 –59      7 av          29.2 – stig 29

60 – 119    9 av          29.2 – stig 29

Skipanin fevnir um eftirútbúgvingar sum lesivegleiðari, orðblindalærari, støddfrøðivegleiðari, serlærari,  skúlabókavørður, kt-vørður og skúlavegleiðari. Viðbótin verður latin í mun til tey ECTS stig, sum eftirútbúgvingin hevur og í mun til tíðarnýtsluna sum lærarin er t.d. lesivegleiðari.

Viðbøturnar eru ikki eftirlønargevandi.

 

Skipanin verður sett í verk 1. august 2024.

 

4. Álitisfólkaskipanin

 

Álitisfólkaskipanin verður dagførd í mun til Gula Skúla, sum fær sítt egna álitisfólk og í mun til skúlan í Fámjin, sum verður fluttur úr Vágs skúla til Tvøroyrar skúla.

 

5. Nýggj orðing um KT-vørðir:

Neyðug tíð verður sett av til økið eftir sama leisti sum fyri Førleikastovur. Játtanin er til undirvísing og fyrisiting.

 

 

6. § 8 Barnferð – dagføring

 

Stk. 2 verður tillagað til:

Lærari, ið er við barn, hevur rætt til barsilsfarloyvi av viðgongu og barnsburði. Tá ið 4 vikur eru eftir til metta føðing, kann lærari fara úr arbeiði við løn fram til føðing. Eftir føðing fær lærari farloyvi við løn í 24 vikur. Barsilsfarloyvið við løn kann soleiðis verða bæði styttri og longri enn 28 vikur tilsamans, men eftir føðing eru altíð 24 vikur við løn.

 

stk. 3 verður tillagað:

Teksturin: “Samlaða barsilsfarloyvi við løn er framvegis 28 vikur” verður strikað.

 

Stk. 5 verður tillagað til:

Frá 14. viku eftir føðing kunnu foreldrini býta rættin til barsilsfarloyvi við løn ímillum sín. Hesar 10 vikurnar vikurnar kunnu liggja innan fyri alt farloyvistíðarskeiðið eftir 14. viku. Hetta er galdandi fyri børn fødd 1. oktober 2024 og seinni.

 

 

7. Fundarsamsýning:
Vanlig fundarsamsýning verður veitt lærara, sum luttekur á fundum við aðrar almennar myndugleikar uttan fyri skemaløgdu arbeiðstíð.

 

 

8. Dagføringar

 

Sáttmálin, avtalur og lønartalvur eru dagførd í mun til hesa semjuna. 

 

 

Protokollat

 

Føst størv og fulltíðarstørv

Avtalað er, at partarnir seta seg saman at gera neyðugar tillagingar til skúlaárið 2024/25, so fleiri lærarar verða settir í fast starv og at vikarar fáa fasta setan.

 

Skjøl og frágreiðingar

Avtalað er, at partarnir seta seg saman,  at gera mannagongdir til skúlaárið 2024/25, so lærarar fáa gjald fyri at fylla út útgreiningarskjøl og skriva frágreiðingar um næmingar til Barna- og Ungdómspsykiatriina, Sernám, Barnaverndartænustana o.a.

 

Mentorskipan fyri nýsettar skúlaleiðarar

Fyri at stuðla og vegleiða nýsettum skúlaleiðararum fyrsta árið í starvið, verður skipan við mentorstjóra gjørd. Undirvísingarstýrið varðar av og samskipar mentorskipanina.

 

Arbeiðstíðin hjá fólkaskúlalærarum

Partarnir eru samdir um at skipa arbeiðsbólk at endurskoða avtaluna “Arbeiðstíðin hjá fólkaskúlalærarum” frá mars í 2016.

Partarnir velja hvør sínar tveir limir í arbeiðsbólkin umframt atknýtt fólk til ymiskar uppgávur.

Arbeiðsbólkurin orðar endamál, arbeiðsbýti, arbeiðsskipan o.a.

Miða verður ímóti, at arbeiðið um nýggja arbeiðstíðaravtalu skal vera liðugt til skúlaárið 2026/27.

Partarnir fíggja sjálvir avvarðandi limir í arbeiðsbólkinum.

 

 

  

Tinganes 8. desember 2023

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan