Felagið

Stuðulsumsóknir


Reglugerð í sambandi við stuðulsumsóknir

1.     Nevndin í Føroya Lærarafelag brúkar upp til 50.000 krónur árliga til umsóknir um stuðul.

2.     Nevndin viðgerð allar umsóknir, sum verða sendar Føroya Lærarafelag.

3.     Stuðulsumsóknir, sum beinleiðis kunnu stuðla undir endamál Føroya Lærarafelags, og sum kunnu hava jaliga ávirkan á umstøður hjá limum okkara hava framíhjárætt.

4.     Stuðulsumsóknir, sum kunnu lætta um ella hjálpa til hjá limum okkara í teirra dagliga yrki sum fólkaskúlalærarar, verða viðgjørdar við vælvild.

5.     Stuðul kann eisini verða latin til umsóknir, sum óbeinleiðis hava jaliga ávirkan á umstøður hjá limum okkara. Talan kann vera um tiltøk, bókaútgávur, skeiðvirksemi, gransking o.a.

6.     Nevndin í Føroya Lærarafelag tekur sær eisini rætt til, um serligar umstøður gera seg galdandi, at stuðla øðrum umsóknum s.s. uttanlandsferðum, minnisvarðum, vælgerandi endamálum o.ø.


Samtykt á nevndarfundi 24. mars 2011
 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan