Umsóknarfreistin er á vári í 2021

Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags

Vinnarin av Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

Tín skúli kann eisini søkja.

Ungdómurin gongur á odda fyri broytingum kring heimin. Lærarafelagið vil, at føroyski skúlin í størri mun eggjar børnum og ungum at arbeiða við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingum. So at børn og ung fáa øktan áhuga í at finna loysnir.

Hvør kann søkja?

Allir fólkaskúlar og frískúlar, sum hava virkað fyri burðardygd og arbeitt við veðurlagsavbjóðingum, kunnu søkja um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Tað kann vera allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur, ið hevur arbeitt við evninum.

Umsóknarfreistin er 20. apríl 2020 kl. 20, og virðislønin verður handað á aðalfundi Føroya Lærarafelags 2. mai 2020.
 

Krøv til umsøkjarar

Virðislønin verður latin skúla, ið hevur lokið minst eitt av hesum krøvum:

  • Skarað framúr í arbeiðinum við útbúgving í burðardyggari menning.
  • Verið virkin í arbeiði at økja tilvitanina um, hvussu veðurlagsavbjóðingar kunnu loysast. Eitt nú við staðbundnum loysnum innan orkunýtslu, burturkast, nýtslu, keyp og flutning.
  • Fingið burðardygga menning við í arbeiðið ella undirvísingina á skúlanum.

Virðislønin

Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har afturat 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við veðurlagsavbjóðingum.

Soleiðis søkja tit

Lesið viðtøkurnar fyri veðurlagsvirðislønina her.


Umsóknin skal í mesta lagi vera eina síðu, verður fylt í umsóknarskjalið og send til lararaf@lararafelag.fo. Afturat umsóknini kunnu viðfestast stutt viðkomandi skjøl, sum t.d. frágreiðing um tiltøk, úrslit ella viðmæli frá triðjaparti.


Umsóknarskjal til Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags


Spurningar um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags kunnu sendast til lararaf@lararafelag.fo.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan