Tíðindi/Greinar

25-05-2021

Tímajáttanin avger tilboðið

Tað kemur so at siga ikki fyri, at lærarar, sum eru um ein skúlanæming, ið fær staðfest ADHD, ikki hevur sæð, hvør tørvurin er, og hvussu barnið best fær ein góðan skúladag. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Nú eru vit aftur komin til ta tíðina á árinum, at tímajáttanin til skúlarnar er um at vera klár. Samstundis, sum tey í Undirvísingarstýrinum sita við hesum arbeiðnum, er ADHD-felagið á ferð við fyrilestrum um avbjóðingar og tørv hjá næmingum og øðrum við ADHD.

Hóskvøldið 20. mai vóru tey í Klaksvík við sínum framløgum. Tað eru áhugaverdar framløgur, og eg vil ráða øllum til at fara til eitt av teirra tiltøkum, um møguleiki er fyri tí.

Alt fleiri børn, ung og vaksin fáa staðfest ADHD, hetta tí at møguleikarnir at staðfesta ADHD eru betraðir. Hóast vitanin gerst størri, og vit vita, hvussu vit kunnu betra gerandisdagin hjá teimum, ið hava ADHD, so eru tað alt ov nógv børn, sum eru í bíðistøðu. Tað tekur alt ov langa tíð at sleppa til útgreining, og tá útgreiningin er komin upp á pláss, so eru møguleikarnir fyri skúlatilboði ikki nøktandi. Hetta er ikki tí at lærarar ikki vita, hvussu teir eiga at arbeiða við hesum børnunum, heldur eru tað møguleikarnir at geva hesum børnunum nøktandi skúlatilboð, ið ikki eru til staðar.

Bjørg Dam forkvinna í ADHD-felagnum, fegnaðist um møguleikarnar í skúlanum á Skúlatrøð. Hølini vóru væl skipað, soleiðis at umstøðurnar til júst hesar næmingarnar, ið ikki megna eins væl at vera í einum stórum hópi, eru avbera góðir. Tað er at fegnast um, at hølisviðurskiftini eru góð, tó er tað so, at um tímajáttanin ikki røkkur til tørvin hjá næmingunum, so er ikki eins góð hjálp í hesum, sum tað kundi verið. Tað er hugtungt at hugsa um, hvørjar avbjóðingar hesir næmingar kunnu fáa, um skúlatilboðið ikki passar til teirra tørv.

Samstundis sum einstaklingar og familjur teirra bíða eftir útgreining, síggja tey avarðandi og tey vaksnu, sum eru um børnini, hvør tørvurin hjá einstaka barninum er. Tað kemur so at siga ikki fyri, at lærarar, sum eru um ein skúlanæming, ið fær staðfest ADHD, ikki hevur sæð, hvør tørvurin er, og hvussu barnið best fær ein góðan skúladag. Tað hjálpir bara ikki, tá lærarin er einsamallur við upp til 27 næmingum, ið allir skulu hjálpast fram á leið. Um tímajáttanin í skúlunum var nøktandi, so hevði tað verið møguleiki hjá leiðslum og lærarum at tillagað undirvísingina beinanvegin, tá tað gjørdist sjónligt, at her hevði verið best við einhvørjari hjálp. Vónandi fáa vit innan alt ov long tíð er fráliðin møguleika at hjálpa teimum børnum, ið so lættliga kunnu fáa eina góða skúlagongd, um tímajáttanin er nøktandi.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan