Tíðindi/Greinar

2. oktober 2019

Strok og Píkasjey - ein gáva til okkara børn

Vilja vit, at hetta framúrskarandi blaðið skal koma út, mugu vit standa saman um tað, so tað framhaldandi verður føroyskum børnum at gagni. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Fyri eini tíð síðan skrivaði eg eina grein á heimasíðuni um barnablaðið Stok. Nú skúlaárið júst er byrjað, er hetta aftur aktuelt. Bæði Strok og Píkasjey, ið er blaðið ætlað teimum yngru børnunum.

Barnablaðið hevur havt upp- og niðurgongd, men hevur bert havt ein steðg, tað var frá desembur 1931 til januar 1951.

Vit hoyra ofta í miðlunum, at tað er torført at fáa endarnar at røkka, tá man fæst við bløð, hetta er eisini galdandi við Barnablaðnum, Strok og Píkasjey. Uttan haldarar onki blað.

Í ár nýtti toymið handan barnablaðið løgtingsvalið sum íblástur, fyri at gera vart við seg. Hetta var ein sera øðrvísi, men stuttlig lýsing, ið eg vóni hevur givið úrslit.

Blaðið minnir um onnur bløð av sama slag, tað hevur tað innihald, ið ung og børn tíma at lesa. Har eru plakatir, ið verða hongdar á veggirnar, júst sum tað eigur. Stóri munurin er, at blaðið er skrivað á føroyskum, okkara móðurmáli, ið er sera týdningarmikið.

Tíðir broytast, og tí er eisini neyðugt hjá einum blaði at fylgja við. Í 2005 kom Strok á netið. Hetta er ein spennandi síða, har eru greinar, brellbitar, ummæli og myndir úr blaðnum, umframt at har er møguligt at tekna hald. Alt hetta, tí man metir, at tað er týdningarmikið, at børn og ung skulu hava føroyskan tekst at lesa, sum hevur teirra áhuga.

Ein fastur táttur er eisini, at ung føroysk børn sleppa at royna seg sum ummælarar. Tey sleppa at ummæla ymiskt tilfar, bøkur, fløgur, filmar og telduspøl. Hetta er stuttligt at sleppa at royna, men hetta ber bert til, tí vit hava eitt tílíkt blað. Hetta er sanniliga ein gáva til okkara børn. Ein gáva vit mugu verja og fara væl við.

Sjálvt um vit eru komin eitt sindur inn í skúlaárið, er ikki neyðugt at stúra fyri, at tað er ov seint at bíleggja blaðið. Nei, tað er bert at fara inn á heimasíðuna www.strok.fo og bíleggja, so koma sjey bløð heilt av sær sjálvum, tínum barni at gagni.

Eg havi mangan hoyrt, at blaðið verður ikki lisið heima. Ein orsøk til tess kann vera, at tey hava longu lisið blaðið, tá tey koma heim. Eg kenni ikki til annað enn, at tá blaðið verður handað teimum, ið halda tað, eru øll áhugað. Øll vilja lesa, serliga tey, ið ikki eru haldarar. Næmingarnir fáa ofta høvi at lesa í onkrum tíma, og ofta hava tey tað við í fríkorter.

Bókadeildin ger eitt megnararbeiði við at geva út Strok og Píkasjey og barna- og ungdómsbøkur. Vilja vit, at hetta framúrskarandi blaðið skal koma út, mugu vit standa saman um tað, so tað framhaldandi verður føroyskum børnum at gagni.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan