Semja millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið
1. Sáttmálalaskeið og lønarhækkingar
Verandi sáttmáli og høvuðsavtala verða endurnýggjað frá 1. oktober í 2019 til tann 1. oktober í 2022.
2. Broytingar í flokkingaravtaluni
Flokking av fyrstulærarum:
§ 4 verður soljóðandi:
0-39 |
40-69 |
70-99 |
100- |
31-3 |
33-1 |
34-1 |
35-1 |
Galdandi frá 1. august 2020
Samsýning til leiðaran í førleikastovuni
Nýggj grein 20 verður sett inn í flokkingaravtaluna, galdandi frá 1. august 2020
“Leiðari í førleikastovuni fær eina mánaðarliga samsýning. Samsýningin er grundað á støddina á førleikastovuni og um førleikastovan røkir uppgávur í fleiri sjálvstøðugum skúlum.
Upphæddin verður útgoldin í 1/12.”
Ferðaendurgjald fyri tænastuørindi
Nýggj grein 22 verður sett í flokkingaravtaluna
“Lærarar fáa ferðaendurgjald fyri tænastuørindi, t.d. próvtøku, skeið og fundir sambært almennu reglunum.”
3. Dagføringar
Sáttmálin, avtalur og lønartalvur eru dagførd í mun til hesa semjuna.
Tórshavn tann
24. juni 2020
Føroya Lærarafelag Fíggjarmálaráðið
Gomul semja:
Semja millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið
1. Sattmálaskeið og lønarhækkingar
Verandi sáttmáli verður endurnýggjaður frá 1. oktober í 2017 til 1. oktober 2019.
• Tann 1. oktober í 2017 hækkar mánaðarlønin 2,3%
• Tann 1. oktober í 2018 hækkar mánaðarlønin 2,5%
2. Í § 5 í sáttmálanum verður sett nýtt slk. 2, soljóðandi:
• “ Lærari, sum hevur setanarbrot minni enn 0,5 í skúlanum, men hevur meira enn hetta samanlagt við aðrari setan í forskúlanum ella fólkaskúlanum, fær roknaðan fullan starvsaldur”.
• Verandi stk. 2. verður stk. 3.
3. Álitisfólkaskipanin er dagførd sambart hjáløgdum skjali.
4. Fyri nýútbúnan lærara, sum fyrsta ári er í starvi, fær nýútbúni lærarin játtaðar 40 tímar. Hesir tímar skulu nýtast til samstarv við akkerslærara, sum er vegleiðari hjá nýbyrjaða læraranum.
5. § 8 um barnsferð verður orðað soleiðis:
Lærari, ið er við barn, eigur at siga stovninum frá í minsta lagi 3 mánaðir fyri metta føðing.
Stk. 2. Lærari hevur rætt til barsilsfarloyvi við løn 4 vikur undan mettari føðing og í 24 vikur eftir føðing, t.e. 28 vikur tilsamans.
Stk. 3. Prógvar lærari við læknaváttan, at hon er óarbeiðsfør 4 vikur ella fyrr undan mettari føðing, verður hetta roknað sum valig sjúka, og lærarin hevur tá rætt til løn undir sjúku. Tá ið 4 vikur eru eftir til metta føðing, verður farið frá løn undir sjúku til barsilsfarloyvi við løn, sbr. stk. 2. Samlaða barsilsfarloyvi við løn er farmvegis 28 vikur.
Stk. 4. Umframt nevndu sømdir kann lærari fáa farloyvi við løn alla viðgongutíðina, um hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum.
Stk. 5. Frá 14. viku eftir føðing kunnu foreldrini býta rættin til barsilsfarloyvi við løn ímillum sín.
Stk. 6. Lærari, ið ættleiða barn, hava rætt til fráveru við løn í upp til 4 vikur áðrenn, tey fáa barnið, og í 24 vikur tilsamans. Foreldrini kunnu býta rættin til fráveru við løn ímillum sín. Rætturin til fráveru við løn er treytaður av, at ættleiðingarmyndugleikin frammanundan hevur gjørt av, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í samband við, at tey fáa barnið. Foreldrini kunnu ikki vera í farloyvi við løn samstundis eftir hesi grein.
Stk. 7. Umframt farloyvi nevnt í stk. 2-6, hava lærarar rætt til farloyvi við ongari løn og uttan at missa starvsaldur soleiðis, at samlaða farloyvistíðarskeiðið tilsamans er 52 vikur eftir føðing ella eftir, at tey hava fingið barnið. Tíðarskeiðini eru samanhangandi, og farloyvi eftir
hesi grein skal vera avgreitt í seinasta lagi 52 vikur eftir føðing ella eftir, at tey hava fingið barnið.
Henda grein fær gildi frá í dag og er eisini galdandi fyri tær barnakonur, sum eru í barsilsfarloyvi við løn frá arbeiðsgevara.
6. Viðv. kt-økinum:
Partarnir eru samdir um at endurskoða § 4 í ískoyti til arbeiðstíðaravtaluna, sum viðvíkur kt-vørði. Herundir hvussu skipanin við akkordum skal verða broytt ella onnur skipan gjørd ístaðin umframt at viðgera markabýti millum land og kommunur á kt-økinum.
Partarnir eru samdir um at heita á Kommunufelagið at vera við í hesi endurskoðan.
Endurskoðanin skal verða liðug til 1. januar í 2019 við virknaði frá skúlaárinum 2019/20
Tórshavn 25. januar 2018
Føroya Lærarafelag Fíggjarmálaráðið