Tíðindi/Greinar

29. september 2020

Sálarkvøl, angist og skúlanoktan

Ein vaksandi avbjóðing í skúlaverkinum er børn við ymiskum sálarligum forðingum. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað eru fleiri vinklar, ið vit kunnu viðgera, greina ella tulka viðvíkjandi skúlabørnum, ið ikki megna at vera saman við floksfeløgum og skúlanæmingum í gerandisdegnum. Talan er um børn, ið stríðast so mikið, at tey als ikki rúma læring, samskifti og samveru við onnur børn og lærarar.

Hetta er ein sera álvarsom støða fyri barnið, og somuleiðis er hetta ein sera tung støða hjá foreldrum at eygleiða og vera í.

Skúlans lutur

Lat okkum hyggja at praktiskum viðurskiftum og amboðum, sum fólkaskúlin vanliga arbeiðir við. Tá eitt barn ikki trívist, møtir illa upp, og møguliga eisini vísir neiligan atburð, sum ávirkar floksfelagar og lærarar, so fer flokslærarin vanliga í gongd við samskifti við barnið og foreldrini. Oftani fær flokslærarin loyst ivamál á hendan hátt.

Hjálpir hetta ikki nóg væl, so eigur næsta stig at verða at fáa førleikastovuna upp í málið. Tá verður ein greið ætlan løgd fyri júst tann einstaka næmingin. Eitt nú við, at ein serlærari prátar javnan við næmingin, tekur hann úr floksstovuni og gevur honum bæði eina hvíld frá “meldrinum” og eitt fakligt skump rætta vegin. Eisini verða serligar tillagingar oftani gjørdar í floksstovuni, sum lærarar fylgja.

Ørkymlandi er fyri allar partar – eisini flokslæraran – tá hetta heldur ikki er nøktandi fyri barnið. Í summum tíðarskeiðum fyllir hendan støðan at kalla alt hjá flokslæraranum, tí hann vil jú, at tilgongdin skal eydnast, og samstundis hevur tað verið, er og verður eitt rættiliga drúgt samskifti við til tíðir hjálparleys foreldur fyri framman.

Ov fáir sálarfrøðingar

Triðja stigið er at venda sær til Sernám, ið hevur námsráðgevar og sálarfrøðingar í skipanini. Námsráðgevar, sum eru námsfrøðingar ella lærarar, eru mangan hentir í ráðum, tí teir síggja við øðrum og óheftum eygum. Tað kann jú vera trupult hjá lærarum at eygleiða júst atferð og atburð hjá tí eina barninum, meðan øll onnur børn eisini krevja sítt.

Tíverri er til tíðir neyðugt at fara enn eitt stig víðari, tá ið eingin bati sæst. Og tað er at fáa sálarfrøðiliga hjálp. Um vit samanbera við donsk viðurskifti, so er vanliga einir 18-20 sálarfrøðingar knýttir til somu næmingamongd sum alla ta føroysku. Í Føroyum eru umleið helvtina so fáir sálarføðingar til hesa mongd, og tað merkir ivaleyst, at Sernám hevur úr at gera at røkka so mongum børnum sum gjørligt.

Næmingar, sum stríðast við álvarsom sálarkvøl sum angist, tunglyndi og at nokta at fara í skúla, tykjast ikki at fáa nóg skjóta hjálp. Júst her eiga landsins myndugleikar at raðfesta skilabetri, so umstøðurnar gerast betri á Sernámi. Somuleiðis kom tað fram í miðlunum herfyri, at toymið við hoyri- og talulærarum er undirmannað í mun til tørvin.

Óført, at skjót, ókeypis sálarfrøðilig tilboð eru fyri ung á miðnámi, men meira eigur at gerast fyri børn her og nú. Sernám eigur at fáa eina størri játtan, so fleiri sálarfrøðingar verða knýttir at skúlanum.

Ikki bert hevur hetta týdning fyri barnið og foreldur, ið eru komin í hesa støðu, men eisini fyri flokslæraran, ið ómakaleyst eigur at kunna venda sær til effektiva, professionella hjálp, tá ið hann ikki hevur amboðini sjálvur at røkka barninum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan