Tíðindi/Greinar

07-06-2021

Nú er møguleikin

Hevur tú hug at hugsavna teg um skúlaskap, ið hevur við tína lærugrein at gera, so er hetta starvið til tín. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Tann 27. mai 2021 stóð hetta at lesa á heimasíðuni hjá Námi:

Nám søkir eftir námsráðgevum til fólkaskúlan

Ynskir tú at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og hevur gott innlit í viðkomandi lærugreina- ella læriøki, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi.

Nám hevur bygt upp eina ráðgevaskipan við atliti at fjølbroytta virksemi og endamálsorðing fólkaskúlans. Ráðgevin verður partur av einum tvørgreinaligum samstarvi. Søkt verður eftir trimum námsráðgevum í ávikavist:

føroyskum og lesimenning
náttúruvísindaligum lærugreinum – í fyrsta lagi støddfrøði
fremmandamálum – í fyrsta lagi donskum

Fyrst og fremst er tað at gleðast um, at Nám søkir av nýggjum, tí hesi størvini hava stóran týdning fyri fólkaskúlan. Her hevur tú onkran at venda tær til, sum kann geva góð ráð, ein sum kann beina teg á áhugaverda gransking ella bøkur, ein sum við góðum og gevandi práti, kann fáa teg at síggja møguleikar, ið tú av fyrstani tíð ikki sá. Ein, sum tekur starvið í størsta álvara, og sum altíð er klárur at hjálpa tær.

Hevur tú hug at hugsavna teg um skúlaskap, ið hevur við tína lærugrein at gera, so er hetta starvið til tín. Tú fært nokk at gera, tí ráðgevarnir eru miðdepilin í nógvum av tí arbeiði, sum fer fram í Námi. Brennur tú fyri m.a. gransking, bókaútgávum, námsætlanum, royndum og próvtøkum, ja, so er at søkja, tí nú er møguleikin.

Serliga gleðiligt er, at tað verður søkt eftir einum ráðgeva í fremmandamáli, serliga donskum. Í eina tíð hevur ongin ráðgevi verið í fremmandamálum, og tað hevur verið saknur í tí. Um vit vilja tað ella ei, so stendur danskt fyri eini avbjóðing, sum vit mugu gera nakað við. Vit mugu gera okkum greitt, at danskt er ikki okkara móðurmál og skal ikki hava status sum slíkt, men vit mugu finna út av, hvat vit ætla við donskum, og hvat vit skulu gera. Hetta snýr seg ikki um politikk, men um, at vit missa eitt mál, sum hevur verið sjálvsagt, at vit duga. Soleiðis er ikki longur. Hvørja støðu skal danskt hava: fremmandamál ella grannamál? Eg fari ikki at berjast um hetta, men eg fari at siga, at tað er av alstórum týdningi, at tað undirvísingartilfar, ið vit framyvir fara at brúka til undirvísing í donskum, er upprunaføroyskt og ikki týtt. Tíðin er búgvin til tess, serliga nú Nám setur ein ráðgeva til fremmandamál – serliga danskt. Livst so spyrst.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan