Tíðindi/Greinar

23. oktober 2019

Hvørjir fyrimunir og vansar eru við at stigbýta næmingar?

Skúlafólk eru misjøvn á máli um, hvussu tað gagnar næmingunum, at teir verða býttur sundur eftir førleikum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Á folkeskolen.dk las eg eina áhugaverda grein um skúlan, Skansevejens skole. Her hava tey hesi seinastu 15 árini stigbýtt næmingarnar í donskum og støddfrøði. Sigast skal, at eg ikki havi nakra avgjørda meining um, hvørt hetta er rætt ella skeivt, men eg haldi tó, at hetta er áhugavert.

Á Skansevejens skole verða næmingarnir býttir í bólkar eftir fakligum førleikum frá 1. til 6. flokk. Hetta ger, at undirvísingin í bólkunum er ymisk, og hóast allir bólkar arbeiða eftir námsætlanini, so er lættari at geva næmingunum hóskandi fakligar avbjóðingar.

Lærarin, Liljan Hansen, heldur, at hetta gagnar næmingunum soleiðis, at teir, sum klára seg best fakliga, fáa munandi meiri burtur úr undirvísingini, meðan næmingarnir, ið hava tað eitt sindur truplari í lærugreinini, hava fleiri góðar upplivingar, tá ið teir ikki verða undirvístir í evnum, teir ikki skilja.

Hon heldur, at tað hevur týdning fyri næmingarnar, at teir í størsta mun megna fakligu avbjóðingarnar, sum teir møta í undirvísingini. Hetta er lættari, tá ið næmingarnir eru bólkaðir í faklig stig.

Samstundis sum Liljan Hansen vísir á ágóðarnar við at stigbýta næmingarnar, vísir Lena Lindenskov, lektari á Århus Univseriteti, á vandarnar við at stigbýta næmingar. Hon sigur, at kanningar vísa, at við at stigbýta næmingarnar er størri vandi fyri, at næmingar við størstu fakligu avbjóðingunum ikki fáa hóskandi undirvísing. Hesir næmingarnir fáa uppgávur, ið liggja undir teirra fatanarevni. Tí er hetta ikki ein góð loysn fyri hesar næmingarnar.

Kanningar eru ikki gjørdar av næmingum/undirvísing í innskúlingini, tí stigbýti av innskúlingarnæmingum er sjáldsom. Lena Lindenskov heldur tað vera áhugavert at kanna, hvørja ávirkan tað hevur á næmingar og lærarar at stigbýta innskúlingarundirvísingina.

Í Føroyum hava vit seinastu árini roynt ymiskt fyri at náa hægri fakligum førleikum hjá næmingunum. Eitt nú hava næmingar fingið fleiri undirvísingartímar í føroyskum og støddfrøði, samstundis sum undirvísingartímatalið sum heild er økt munandi.

Tað verður sjáldan tosað um at stigbýta næmingar í føroyska fólkaskúlanum. Eg veit ikki, um hetta hevði verið ein gongd leið, men áhugavert haldi eg tað tó vera.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan