Tíðindi/Greinar

09-11-2022

Gevið flokslæraranum tað, ið flokslærarans er!

Tað er gleðiligt, at landsstýrismaðurin í skúlamálum nokk so javnan tosar um trivnað í fólkaskúlanum, men gott hevði eisini verið, um tað onkuntíð var meira enn føgur orð. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Flokslærarin hevur avgerandi týdning í dagsins skúla og er í grundini ein snúningsásur í allari fólkaskúlaskipanini. Ómetaliga nógv viðurskifti í skúlagongdini hjá næmingunum eru tengd at flokslæraranum, og flokslærarin skal taka sær av einari ørgrynnu av uppgávum. Aðalmálið er, at næmingarnir fáa eina so góða skúlagongd sum yvirhøvur gjørligt, og tað er ikki bara bara.

Tá ið fleiri uppgávur støðugt verða lagdar á flokslæraran, verður hann av tí sama meira trýstur. Tað er tó mark fyri, hvussu nógv flokslærarin kann taka sær av við tí avmarkaðu tíð, sum er ásett til tað arbeiðið. Í løtuni er tað soleiðis, at flokslærari í 2. flokki til 10. flokk fær 3 tímar fyri hvønn næming, og fyri 1. flokk er tað 4 tímar.

Tað er neyvan nakað at taka seg afturí, at tíðin, sum flokslærarin fær fyri flokslæraraarbeiðið, verður væl og virðiliga brúkt. Flokslærarauppgávan í dag er ikki tann sama í dag sum fyri 10 ella 20 árum síðani. Tíverri er støðan í dag, at nógvir næmingar hava ymiskt at stríðast við, og hetta ávirkar eisini arbeiðið hjá flokslæraranum. Hann skal lofta hesum næmingum í skúlanum og eisini taka sær av øllum samskiftinum við bæði foreldur og myndugleikar. Hetta er ógvuliga tíðarkrevjandi arbeiði, men samstundis nakað, sum flokslærarar sjálvandi gera, tí tað er ein partur av starvinum, og teir kenna eisini eina ábyrgd at gera tað.

Aftur at øllum samskiftinum við ymiskar partar er so eisini alt pappírsarbeiðið, sum flokslærarar mugu taka sær av. Nógvir flokslærarar munnu kenna seg aftur í støðuni, har teir verða bidnir um at fylla ymisk skjøl út um næmingar. Tað kunnu t.d. vera tilmeldingarskjøl ella útgreiningarskjøl, har næmingar skulu útgreinast. Tað kann ljóða av lítlum at fylla okkurt skjal út, men skjølini eru ofta sera drúgv og taka langa tíð at fylla út. Talan er heldur ikki um okkurt hissini skjal. Nei, í slíkum skjølum metir flokslærarin sakliga um einstaka næmingin, og útsagnirnar hjá flokslæraranum viga nógv, tá ið gerast skal av, hvør loysn er tann besta fyri næmingin.

Tað er tí gleðiligt, at landsstýrismaðurin í skúlamálum nokk so javnan tosar um trivnað í fólkaskúlanum, men gott hevði eisini verið, um tað onkuntíð var meira enn føgur orð. Ein góður bati hevði so avgjørt verið at bøtt um arbeiðsumstøðurnar hjá flokslæraranum, tí tann batin hevði av sær sjálvum smittað á næmingarnar. Tað krevst bara, at flokslærarin fekk betri umstøður at virka undir, t.d. nokk av tíð til flokslærarauppgávuna. Flokslærarin hevur higartil lagað seg til broyttar umstøður, sum lærarar annars altíð gera, og gjørt sítt arbeiði til lítar. Nú manglar bara, at politiski myndugleikin eisini tekur flokslæraran í álvara og letur honum tað, sum neyðugt er.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan