Tíðindi/Greinar

30-05-2022

Fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum

Vit lærarar mugu altíð hava eygu og oyru opin og fyribyrgja keðiligar støður. Vælskipað meiningsfull undirvísing, har trivnaður er í hásæti, røkkur ofta langt. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Hvør hevur ikki havt flokk við einum ella fleiri næmingum, har hesir sýnast at søkja tað keðiliga, tað destuktiva? Tað er eins og eru teir í andstøðu til alt og øll og serliga tað, sum skúlin stendur fyri. Teir roykja, snúsa, skulka, gera ikki heimaarbeiði, fylgja ikki við og festa í vikuskiftinum. Hetta er serliga galdandi fyri eldru næmingarnar. Støðan er alt annað enn góð í longri tíð, meðan øll rundan um royna at bøta um støðuna. Tíbetur koma tey flestu upp á rættkjøl aftur fyrr ella seinni. Tað blívur ikki við at vera “kul” at vera ímóti fornuft, og teir fara so spakuliga aftur at lurta eftir foreldrum og lærarum og broyta tí atferð. Men tíverri ikki øll. Hví so er, eru tað helst nógvar orsøkir til. Fleiri av hesum hava meira og minni stórar sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar.

Vit lærarar mugu altíð hava eygu og oyru opin og fyribyrgja keðiligar støður. Vælskipað meiningsfull undirvísing, har trivnaður er í hásæti, røkkur ofta langt. 

Áhugaverd ráðstevna undir heitinum, Fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, varð hildin seinasta týsdag; hon var framhald av drúgvum áliti, sum politiski myndugleikin læt gera í vár um sama evni. Í 8 tímar bleiv kjakast vítt og breitt serliga um fyribyrging millum ung. Flestu avvarðandi fakbólkar umframt politiski myndugleikan vóru til staðar.

Har bleiv m.a. staðfest, at fjórði hvør næmingur á miðnámi, har trupulleikin er størstur, hevur roynt rúsevni, umframt at sera lætt er at fáa fatur á slíkum evnum. Eisini vísti kanning, at týðiligur samanhangur er ímillum sálarheilsu og rúsevnisnýtslu. Jú, verri sálarheilsu, størri er nýtslan. Viðurskifti, ið hava jaliga ávirkan á sálarheilsuna, eru serliga íðkan og góður svøvnur; hinvegin hevur m.a. ov nógv skermnýtsla negativa ávirkan. Men hvat er so góð sálarheilsa? WHO orðar tað nakað soleiðis: “Ein støða merkt av trivnaði er tá tann einstaki brúkar síni evni og førleikar, meistrar vanligu avbjóðingarnar, sum eru í lívinum, arbeiðir ella virkar, so tað gevur úrslit, og klárar at geva nakað til samfelagið ella felagsskapin.”

Her síggja vit longu ein part av trupulleikanum. Serliga dreingir sleppa næstan ikki at brúka síni evni og førleikar, tí teirra førleikar ofta í stóran mun eru handaligir ella musiskir. Skúlin er alt ov bókligur. Skúlin má vera nógv meira praktiskur, men tað er tíverri lættari sagt enn gjørt at broyta. Men tað má gerast.

Hví er annars avbjóðingin við rúsevnum viðkomandi hjá okkum í fólkaskúlanum, tá ið hon er nógv størst á miðnámi, kundi ein spurt. Og klára vit at liva upp til hesa orðing hjá WHO og harvið umgangast, at fleiri næmingar koma út í keðiligar støður ella tíðarskeið í lívinum við eitt nú rúsevnisnýtslu?

Tað er sjálvsagt viðkomandi, tí at tað er hjá okkum, at avbjóðingarnar ofta byrja. Vit mugu, sum sagt, duga og megna so ella so at lofta trupulleikanum, áðrenn hann uppstendur í góðum samstarvi við allar partar.

Og líka sjálvsagt er, at vit støðugt gera tað, vit kunnu, fyri at næmingarnir hava eitt gott og mennandi skúlalív, har trivnaður er í hásæti. Tað gera vit við m.a. at eggja til sterkt og gevandi samanhald og felagskap í skúlanum, og somuleiðis uttan fyri skúlan at eggja næmingum at taka lut í eitt nú ítrótti ella tónleiki. Hetta er eisini ein partur av at vera flokslærari, hóast nógv av okkum, í hesum døgum, rætta ársroyndir/próvtøkur, føra upp og próvdøma kring landið.  


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan