Tíðindi/Greinar

24. juli 2020

Arbeiðsbyrða og arbeiðsuppgáva skulu samsvara

Hóast vit ikki hava arbeitt líka leingi við eini tilbúgving, so eiga vit (avgjørt) at vera komin longri, enn at lærari, ið er raktur av strongd, kennir seg sleptan upp á fjall. Jona Højsted, kassameistari Føroya Lærarafelags, skrivar

Seinasta Skúlablaðið (nr 3) setti sjóneykuna á arbeiðsumhvørvið við serligum atliti til sálarliga arbeiðsumhvørvið. Tað er at fegnast um, at lærari traðkar fram og vísir á trupulleikan við strongd. Tað er gleðiligt, at hesin lærarin hevur fingið góða hjálp frá bæði fakfelag og arbeiðsplássinum fyri at koma seg so væl, sum til ber. Tá tað er sagt, so harmar tað meg, at hann samstundis vísir á, at lærari/lærarar, sum koma í somu støðu sum hann, ikki fáa somu hjálp í Føroyum, sum hann fekk í Danmark.

Danska Lærarafelagið hevur leingi arbeitt við mannagongdum viðvíkjandi strongd á arbeiðsplássunum, so tað er ikki løgið, at tey hava eina betri tilbúgving, enn vit hava her heima. Hóast vit ikki hava arbeitt líka leingi við eini tilbúgving, so eiga vit (avgjørt) at vera komin longri, enn at lærari, ið er raktur av strongd, kennir seg sleptan upp á fjall. Sum Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, vísir á, so er tað ymiskt, hvussu skúlar handfara støður, tá lærari verður raktur av strongd. Tí kunnu eindømi ikki nýtast sum mátistokkur. Um ein gerst sjúkur av strongd, kann tað gerast ein langur vegur upp á beint, um ein ikki fær røttu hjálpina. Eisini kunnu árinini vara leingi, og tí kann tað hava týdning, at leiðslan og lærarin hava hetta í huga, tá arbeiðsuppgávur skulu leggjast til komandi skúlaár.

Eyvindur Akraberg Hansen sigur í samrøðuni í blaðnum, at strongd hevur givið honum eina betri kenslu av, hvat hann megnar, og hvat hann ikki megnar. Tað er ein sannroynd, at tey, ið hava verið rakt av strongd, hava torførari við at standa í líknandi støðum, sum tí støðuni, ið av fyrstan tíð gjørdi tey sjúk. Tí er tað umráðandi, at leiðslan stuðlar lærarum so væl sum til ber, fyri ikki at enda í líknandi støðum.

Vónandi fara vit í felagnum saman við Undirvísingarstýrinum at finna eina munagóða loysn soleiðis, at lærarar koma væl aftur til arbeiðis, um so illa vil til, at strongd gerst ein trupulleiki. Eitt nú, sum danska lærarafelagið hevur við mannagongdini um at koma spakuliga aftur til arbeiðis.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan