Tíðindi/Greinar

14-06-2022

Almennur setanarpolitikkurin tryggar okkum øll

Almenni setanarpolitikkurin skal tryggja, at allar umsóknir um starv innan tað almenna fáa eina virðiliga og á onkran hátt eins viðgerð. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Skúlin er eitt alment arbeiðspláss, og tí skulu lógir, kunngerðir og reglur innan tað almenna haldast. Eisini tá talan er um starvssetanir. Endamálið við almenna setanarpolitikkinum er: at tryggja, at stovnurin setir umsøkjara, ið, úr einum heildarsjónarmiði, er best egnaður til starvið. Setanarpolitikkurin skal eisini tryggja, at umsøkjarar, sum ikki fáa starv, kunnu vera vísir í, at avgerðin er farin fram á rættan og rættvísan hátt.

Almenni setanarpolitikkurin skal tryggja, at allar umsóknir um starv innan tað almenna fáa eina virðiliga og á onkran hátt eins viðgerð. Tað er sett tíðarmark á, nær umsøkjari skal hava váttan fyri móttøku av umsókn, hvør viðger umsóknirnar, hvussu setanarsamrøður verða skipaðar og hvussu farast skal fram, tá starvsetanir eru avgreiddar.

Skúlastjórar, skúlastýrið, álitisfólk og onnur viðkomandi eiga at hava innlit í almenna setanarpolitikkinum, tá starvssetanir fara fram. Hetta hevur ikki einans týdning fyri umsøkjaran, eisini skúlaleiðslurnar hava fyrimun av at fylgja almenna setanarpolitikkinum.

Um so er, at ivamál stinga seg upp eftir, at lærari er settur í starv, ella um illa vil til, at lærari ikki hevur fingið starv, er tað ein fyrimunur hjá skúlastjóranum, um hann við vissu kann siga, at her er almenni setanarpolitikkurin fylgdur, og tískil eru setaninar farnar fram á ein virðiligan og rættvísan hátt. Er setanarpolitikkurin ikki fylgdur, kunnu trupulleikar stinga seg upp, sum lættliga kundi verið slopnir undan. Eitt nú um setanir mugu ganga um, tí umsóknir ikki eru viðgjørdar, sum tær eiga.

Ein spurningur, ið eg oftani havi fingið, er viðvíkjandi noktandi svari. Tað kemur alt ov ofta fyri, at skúlastjórar ikki gera sær nóg góðan ómak, tá noktandi svar skulu gevast. Tá umsøkjari ikki verður settur í starv, eigur svarið at vera: skrivligt og grundgivið. Í grundgevingini skal verða kunnað um støðið undir avgerðini. T.d. hví mett er, at førleikin hjá tí, ið settur er í starvið, svarar betur til settu krøvini, enn førleikin hjá tí, ið ikki er settur – eitt nú viðvíkjandi útbúgving, starvsroyndum, persónligum eginleikum og/ella samstarvsvilja.

Tá nógvar umsóknir eru til størvini á einum skúla, eru tað helst nógv ymisk viðurskifti, ið hava ávirkan á, hvør fær starv, og hvør ikki fær starv. Hóast nógvar umsóknir, so eiga allar umsóknir somu viðgerð, og allir umsøkjarar hava rætt til greitt og sakligt svar. Vónandi fara skúlastjórar at leggja seg eftir at fylgja almenna setanarpolitikkinum, soleiðis at umsøkjarar, verandi starvsfólk og leiðslur kenna seg trygg um, at rætt verður farið fram.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan