Tíðindi/Greinar

18-05-2022

Øll vilja vit trívast

Tá vit hugsa um trivnað, so er tað eyðsæð, at næmingar, ið ikki eru bókligir, kenna seg illa aftur í skúlanum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags.

Aftur í ár var landsstýrismaðurin í skúlamálum á vitjan á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, og aftur í ár tosaði hann um týdningin av góðum trivnaði hjá næmingunum. Hetta arbeiða lærarar við og gera sítt ítasta at náa. Hóast drúgt arbeiði á økinum, so veksur talið av næmingum, ið fáa skúlanoktan og aðrar trivnaðarligar avbjóðingar.

Fólkaskúlalógin sigur, at vit við atliti til einstaka næmingin skulu fremja at: ”næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.” Samstundis skulu líkindi vera fyri at næmingarnir: ”kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.”

Tað er onki at ivast í, at fólkaskúlaógin er skrivað við ynski um at menna einstaka næmingin við teimum evnum og arbeiðiseginleikum, næmingarnir hava. Longu í innskúlingini fara næmingarnir til roynd. Í miðdeild eru tað landsroyndir, og í framhaldsdeildini eru heyst- og várroyndir, og so koma próvtøkurnar. Felags fyri allar royndirnar í skúlanum er, at tær eru bókligar. Eisini náttúra og tøkni-landsroyndin er vorðin ein bóklig roynd. Hetta gagnar ikki fakinum á nakran hátt, tí heldur enn at hava eina virkna og praktiska undirvísing, verður alt ov ofta undirvíst eftir royndini. Hetta køvir eitt annars fjølbroytt fakligt arbeiði og ger, at næmingarnir als ikki mennast á tøkniliga økinum, sum náttúra og tøkni annars leggur upp til.

Tá vit hugsa um trivnað, so er tað eyðsæð, at næmingar, ið ikki eru bókligir, kenna seg illa aftur í skúlanum. Tað eru næmingar, ið eru dugnaligir á øðrum økjum enn teimum bókligu, men teir møta ikki virðing fyri sínum eginleikum í tí skipan, vit hava í dag.

Eitt er, at royndir og próvtøkur eru bókligar og tí ikki røkka hesum næmingum á nøktandi hátt. Annað er, at næmingatalið í flokkunum er so stórt, at tað er trupult at náa hesum næmingum, tí bókliga arbeiðið fyllir nógv. Er næmingatalið í flokkinum lægri, er lættari at arbeiða fjølbroytt, tí tá hevur lærarin betri tíð til einstaka næmingin.

Møguleikin fyri, at einstaki næmingurin kennir seg aftur í skúlaskipanini, gerst størri, tá undirvísingin er fjølbroytt; tí kann tað hugsast, at um flokkarnir vóru minni, vóru tað eisini nógv færri næmingar, ið fáa skúlanoktan og aðrar avbjóðingar.

Vónandi fer politiska skipanin at skilja hetta og leggja størri dent á at fyribyrgja misstrivnað hjá næmingunum, við at betra um læraratíðina til einstaka næmingin. Sum eg skilti landsstýrismannin, so var ikki ómøguligt, at hann fer at hyggja at hesum viðurskiftum. Vónandi verður hetta til gagns fyri trivnaðin hjá okkum øllum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan