Tíðindi/Greinar

12.11.2024

Undirvísing og trivnaður hanga óloysiliga saman

Og lærarin tekur sær av báðum, tí hann er útbúgvin til tað og hevur sostatt førleikarnar til at gera tað. Hvønn einasta dag. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Tað er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at skilja hesar tættir sundur, tí tað gongur altso ikki fyri seg á tann hátt, at lærarin í einum tíma bara arbeiðir við undirvísing og so í tí næsta tímanum bara arbeiðir við trivnaði. Skulu næmingarnir fáa nakað burtur úr undirvísingini, mugu teir sjálvandi eisini trívast í undirvísingarstøðuni.

Av tí sama leggja lærarar stóra orku í at fyrireika undirvísingina soleiðis, at næmingarnir fáa sum mest burturúr. Í fyrireikingini verður t.d. hugsað um, hvussu næmingarnir eru fyri fakliga í ávísu lærugreinini, og um tað kanska eru onkur serlig atlit at taka við onkrum næmingi. Tað kann vera, at næmingurin í eitt tíðarskeið fer ígjøgnum okkurt, sum ávirkar lærustøðuna, ella at næmingurin trívist best við, at undirvísingin gongur fyri seg á ein ávísan hátt.

Slíkar undirvísingarstøður kenna allir lærarar aftur, og tað er ein natúrligur partur at hava í huga, tá ið undirvísingin verður fyrireikað. Tað er ikki altíð lætt, men tað verður gjørt, tí lærarar vita, at tað er neyðugt til tess, at undirvísingin skal hepnast so væl sum møguligt.

Lærarar eru útbúnir til hetta og vita, hvussu undirvísing skal leggjast til rættis. Sum við øllum so eru eisini løtur í lærarayrkinum, har uppgávan kann tykjast møtimikil. Tað kann viðhvørt vera stríggið og avbjóðandi at undirvísa í summum flokkum, men sum oftast kundi loysnin verið einføld. Og tann loysnin er tongd at, hvussu politiski myndugleikin raðfestir fólkaskúlan. Um játtanin til fólkaskúlan rakk til, at tveir lærarar oftari vóru um flokkin, hevði borið væl til at sloppið undan tílíkum støðum,.

Við tveimum lærarum um flokkin eru nógv fleiri møguleikar. Tá ber til at fyrireika og skipa undirvísingina upp á so nógvar mátar. Báðir lærararnir kunnu vera inni í flokkinum og undirvísa, ella teir býta flokkin ímillum sín. Tað kann vera at býta flokkin í helvt, ella at annar lærarin undirvísir einum lítlum bólki, og hin lærarin so undirvísir restini. Lærararnir meta í hvørjari einstakari støðu um, hvat teir halda vera skilabest fyri tann ávísa flokkin.

Og høvuðsendamálið við at hava tveir lærarar um flokkin er at fáa eina so góða undirvísing, sum til ber. Undirvísing, har næmingarnir trívast og harvið kunnu mennast bæði fakliga og sosialt, tí undirvísing og trivnaður hanga loysiliga saman.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni