Tíðindi

Týdningarmikið at taka væl ímóti nýútbúnum lærarum

07.09.2026
Akkerslæraraskipanin er ein góð íløga hjá skúlunum, tí akkerslærarin stuðlar nýútbúnu lærarunum at koma væl inn í arbeiðið í skúlanum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Tað er altíð spennandi at fara í nýtt starv. Nýútbúnir lærarar hava stóra arbeiðsorku, hava nógv nýtt við sær inn um skúlagáttina, samstundis, sum teir eru ágrýtnir og hava eldhuga at loysa ta fløktu uppgávuna, sum skúlin hevur.  

Akkerslæraraskipanin er ein góð íløga hjá skúlunum, tí akkerslærarin stuðlar nýútbúnu lærarunum at koma væl inn í arbeiðið í skúlanum. Hann veitir fakliga og námsfrøðiliga vegleiðing, samstundis, sum akkerlærarin er góður stuðul hjá nýútbúna læraranum, um ymiskar avbjóðingar stinga seg upp. Eisini er møguleiki hjá nýútbúna læraranum at fáa frágreiðingar um arbeiðsgongdir, mentanina og annað í skúlanum. Tað kann eisini vera ein góð hjálp til at skapa samband millum nýútbúna læraran og leiðsluna.  

Akkerslærarin kann tó ikki einsamallur tryggja góða móttøku av nýútbúnum lærarum. Tað hevur stóran týdning, at starvsfelagir eisini eru fyrikomandi og hjálpsamir. Nýútbúnir lærarar hava gagn av at arbeiða saman við starvsfeløgum, deila royndir og fáa íblástur til undirvísingina. Hóast ágrýtni og arbeiðssemi, so kann stuðul og hjálp frá einum royndum lærara gera stóran mun hjá nýútbúna læraranum, samstundis sum royndi lærarin fær íblástur frá nýútbúna læraranum. Tí hevur tað týdning, at leiðslan gevur royndum og óroyndum lærarum tíð til samstarv.  

Gott samband við leiðsluna kann eisini hava góðan virknað á nýútbúna læraran. Eitt nú kann leiðslan hava regluligar samrøður við nýútbúna læraran fyri at tryggja, at móttøkan er góð, at arbeiðsbyrðan er passandi, og at tað í tí stóra og heila gongur væl hjá nýútbúna læraranum. Er møguleikin til staðar, kann tað vera gott hjá nýútbúna læraranum, um arbeiðsbyrðan ikki er ov tung/stór. Hevur leiðslan gott samskifti við nýggjar lærarar frá byrjan, er eisini munandi lættari hjá lærarnum at hava álit á leiðsluni.  

Verður nýútbúni lærarin ikki væl móttikin, so kann hetta skapa ótryggleika. Hóast lærarin er spentur og ágrýtin, so er nógv nýtt at seta seg inn í, samstundis sum mannagongdir, virðisgrundarlag, arbeiðshættir og annað, sum er serskilt á skúlanum, kunnu liggja uttanfyri tað, lærarin hevur lært undir útbúgvingini.  

Góð móttøka snýr seg um stuðul, vegleiðing, samstarv og trivnað. Tá nýútbúnir lærarar kenna seg vælkomnar og stuðlaðar, økist møguleikin fyri, at teir mennast væl og verða verandi í starvinum. Samlað sæð hevur móttøkan av nýútbúnum lærarum týdning bæði fyri læraran sjálvan, næmingarnar og skúlan sum heild. Ein góð byrjanartíð kann vera avgerandi fyri, hvussu væl lærarin mennist og trívist í yrkinum.