Tíðindi

PISA – hvat siga næmingarnir?

22.09.2026
Tað er – sambært føroyskum næmingum – meira ófriður í flokkinum, enn hvat næmingar í hinum Norðurlondum svara. Hetta eru álvarsom tøl, og tey eiga at verða tikin í álvara. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Nógv er bæði skrivað og sagt, síðani PISA-úrslitið bleiv kunngjørt herfyri, og meiningarnar um úrslitini hjá føroysku næmingunum hava verið nógvar.

Men PISA kannar ikki bara fakligar førleikar. PISA spyr eisini næmingarnar um fleiri onnur viðurskifti.

Næmingarnir verða m.a. spurdir, um talgild amboð, t.d. snildfonin, órógva teir í tímunum. Av øllum Norðurlondum órógvar snildfonin minst næmingar í tímunum í føroyska fólkaskúlanum. Tað er gott og gevur góða meining, um hugsað verður um, hvussu skúlar í Føroyum hava lagt seg eftir at fáa telefonina úr skúlatímanum og skúlatíðini sum heild. Skúlar hava gjørt sær reglur, har endamálið er at fáa snildfonina úr skúlanum, og sambært tølunum í PISA hevur tað eydnast rættiliga væl.

Eitt annað mál er so, at summir skúlar hava smidligari mannagongdir fyri lærararnar í tí reint praktiska enn aðrir, tá ið telefonin skal samlast inn. Summir skúlar hava loyst hetta betri enn aðrir.

PISA spyr eisini um ófrið í flokkinum, og har má tíverri staðfestast, at føroyskir næmingar svara, at tað er ov nógvur ófriður í flokkinum. Svarini um ófrið í flokkinum verða býtt upp í hesar partar:

·       Næmingarnir lurta ikki eftir, hvat lærarin sigur

·       Tað er ófriður og óskil

·       Lærarin má bíða leingi eftir, at næmingarnir gerast friðarligir

·       Næmingarnir fáa ikki arbeitt væl

·       Næmingarnir byrja ikki at arbeiða fyrr enn langt eftir, at tímin er byrjaður

Føroyar liggja hægst av øllum Norðurlondum á hesum økinum. Føroyskir næmingar siga altso, at tað er meira ófriður í flokkinum, enn hvat næmingar í hinum Norðurlondum svara.

Hetta eru álvarsom tøl, og tey eiga at verða tikin í álvara. Skal undirvísingin lukkast væl, er arbeiðsfriður ein grundleggjandi fortreyt. Úrslitið omanfyri er týðiligt tekin um, at tað í fleiri førum er neyðugt við tveimum lærarum í flokkinum. Ein styrkt tvílæraraskipan hevði bøtt munandi um hesi viðurskifti. Møguleikin, har annar lærarin undirvísir flokkinum, og hin lærarin undirvísir einum minni bólki, hevði loyst ógviliga nógv. Ein einføld loysn, sum er løtt at seta í verk, og gevur úrslit beinanvegin.

Tað síðsta, sum skal verða nevnt her um, hvat næmingarnir siga í Pisa, snýr seg um uppmøting. Her tala tølini sítt týðiliga mál. Tess oftari næmingar skulka og/ella møta ov seint í tíma, tess verri klára teir seg. Teir fáa eitt verri úrslit. Sostatt er næmingafrávera eisini eitt øki, sum sjálvandi eigur at verða tikið í størsta álvara.