Tíðindi
Hvør hevur skrivað stílin – og hvussu er hann skrivaður?
Vandi er í hvørjari vælferð, sigur gamla orðatakið. Hetta orðatakið er sera viðkomandi at hava við sær, tá vit tosa um vitlíki í skúlanum. Tøknin gevur okkum nýggjar møguleikar, men hon krevur eisini, at vit endurskoða arbeiðshættir, sum leingi hava verið partur av undirvísing og skúladegnum.
Sjálvur helt eg, at vit høvdu góða tíð at fyrireika okkum, tí vitlíki dugdi illa føroyskt. Nú er støðan ein onnur. Tað kann skriva heilar tekstir á føroyskum. Sum lærari í føroyskum havi eg tí prátað við aðrar lærarar um vitlíki. Ein spurningur, sum stendur ósvaraður er: Hvussu læra vit næmingarnar at skriva stíl, tá teir kunnu fáa ein stíl skrivaðan fyri seg?
Tað hevur stórt virði at skriva ein samanhangandi tekst. Ein næmingur, sum dugir at skriva einstakar góðar setningar, dugir ikki av sær sjálvum at skriva ein stíl. Hann skal læra og skilja, hvar teksturin byrjar, hvussu brotini byggja hvørt á annað, og hvussu hann kemur fram til ein enda. Hann skal velja og sálda frá, grundgeva og orða sínar tankar soleiðis, at lesarin kann fylgja við. Hetta er ein førleiki, næmingurin mennir við at skriva – ikki bara við at lesa ein góðan tekst.
Við vitlíki kann næmingurin fáa eitt liðugt úrslit eftir stuttari tíð. Hann kann eisini fáa hugskot, eina byrjan ella eina niðurstøðu. Tað merkir, at vit ikki longur kunnu meta, hvat næmingurin dugir út frá einum stíli, næmingurin hevur skrivað heima. Ein væl skrivaður tekstur sigur ikki neyðturviliga, hvør hevur hugsað tankarnar, tikið avgerðirnar og sett orðini saman.
Nýggja føroyska vitlíkisstrategiin, Vitlíki við skili – læring í miðdeplinum, setur orð á ein avgerandi spurning: Hvørjir førleikar skulu næmingar kunna vísa við vitlíki, og hvørjir skulu teir kunna vísa uttan vitlíki?
Vit mugu fylgja skrivitilgongdini. Tað snýr seg ikki fyrst og fremst um at kanna, um næmingarnir snýta, men um at tryggja, at teir læra tað, sum skal til fyri at skriva ein góðan, samanhangandi tekst. Eitt nú kundi ein møguleiki verið at byrja stílin í skúlanum. Næmingarnir gera hugarok, velja sjónarhorn og skriva eitt fyrsta brot. Síðan arbeiða teir víðari heima og koma aftur við einum uppkasti, sum vit tosa um, áðrenn teir skriva liðugt.
Tað er ikki ein loysn at krevja, at alt skal skrivast í einum skúlatíma. At skriva ein stíl tekur tíð. Næmingurin hevur tørv á at leggja tekstin frá sær, lesa hann av nýggjum og broyta tað, sum ikki riggar. Men við at lata skrivingina fara fram bæði heima og í skúlanum fáa vit høvi at vegleiða í tilgongdini og síggja, hvussu teksturin verður til frá byrjan til enda.
Sjálvur haldi eg eisini, at vit skulu læra næmingarnar at brúka vitlíki sum eitt hjálparamboð. Tað kann geva hugskot og afturmelding, men eigur ikki at framleiða endaliga avrikið fyri teir. Tí mugu vit siga greitt í øllum uppgávum, nær vitlíki kann brúkast, og nær næmingurin skal skriva sjálvur. Annars vita hvørki næmingurin ella vit lærarar, hvørjir førleikar verða vandir, og hvat tað er, sum verður mett.
Stílurin skal framvegis hava sítt pláss í skúlanum. Spurningurin er bara ikki longur, hvør hevur skrivað hann. Vit mugu eisini spyrja, hvussu hann er skrivaður, og um næmingurin hevur lært nakað av tilgongdini. Málið er, at næmingarnir sjálvir duga at hugsa, velja og orða seg í einum samanhangandi teksti – eisini tá eingin skrivar fyri teir.
Onnur tíðindi
-
12.10.2026Royndir eru ikki alt
-
22.09.2026PISA – hvat siga næmingarnir?
-
15.09.2026Hví hava lærarar ofta starv umframt lærarastarvið?
-
07.09.2026Týdningarmikið at taka væl ímóti nýútbúnum lærarum
-
31.08.2026Stóra menningin byrjar við smáu gerðunum
-
24.08.2026TALIS-kanningin kann geva okkum góða vitan