Tíðindi
Tí verður trupult at betra PISA-úrslitið munandi
At vit, til eina og hvørja tíð, eiga at stíla eftir so góðari fakligari dygd, og harvið eisini úrslitum, sum til ber í skúlunum, er sjálvsagt. Tað er okkara fremsta skylda sum lærarar. Men eitt eru føgur endamál og ætlanir, annað er tann praktiski veruleikin, vit liva og virka í. Tað lekur javnan nakað illa ímillum teori og praksis.
Annars vísti PISA-kanningin hetta:
- Lesingin er í afturgongd her heima og flestastaðni í heiminum
- Støddfrøði og náttúruvísindi standa at kalla í stað
- Ein føroyingur í 9. flokki samsvarar við ein dana í 7. flokki. Tó verri hjá dreingjum, nakað betri hjá gentum
- Finnland kláraði seg samanlagt, sum vant, best í Norðurlondum, men danir best í støddfrøði
- Í Føroyum liggja vit uml. miðal í heiminum, tá ið tað snýr seg um støddfrøði
- Í Norðurlondum er stórur munur á kynunum. Gentur eru á leið tveir árgangir betri fyri enn dreingir sambært kanningum í lesing. Munurin í støddfrøði er ikki eins stórur
Hví eru úrslitini so vánalig, hava nógv undrast á seinastu tíðina, ímeðan onnur meira yppa øksl og hálvgum staðfesta, at hatta var meira og minni væntandi.
Nøkur ungfólk vóru í miðlunum eftir at úrslitið var alment og søgdu, at næmingarnir tóku ikki kanningina í álvara, tá ið tey vóru til royndina, og tí kann hon ikki takast í álvara, bleiv sagt. Ella ikki heilt í álvara, í øllum førum. Hetta er sjálvsagt áhugavert, men yvirskipað mugu vit væl ganga út frá, at flestu næmingarnir hava tikið royndina í álvara, og tí eru úrslitini væl so ella so eftirfarandi. 42% av teimum 15 ára gomlu skilja illa boðskap og innihald av vanligum skrivligum tekstum. “Funktionellir analafabetar” verður tað nevnt. Ein ræðandi veruleiki, eru vit øll helst samd um.
Men hví er støðan so, sum hon er? Ja, tað vit vita vit sjálvsagt ikki neyvt. Hetta mugu myndugleikarnir gera, hvat teir kunnu fyri at fáa greiðu á.
Men í skúlunum síggja vit greiðar ábendingar, hví so er. Her eru nakrar av avbjóðingunum og orsøkunum, sum eg síggi tær.
- Uppmøtingin er generelt ov vánalig, tó sera ymisk. Nógvir næmingar eru at kalla ongantíð burtur, ímeðan ov nógvir eru javnan burtur.
- Sosial atlit viga tungt í dag. Tað verður góðtikið og raðfest at fara, eisini uttanlands, í eitt nú føðingardag, konfirmatión, á venjingarlegu ella á Grand Canaria, í skúlatíðini.
- Lærarar hava stundum lyndi til og kenna seg noyddar at fokusera í meira lagi á trivnað og harvið minni á fakligheit.
- Færri næmingar, nú enn fyrr, klára at fara í dýpdina við tekstum og uppgávum. At halda fokus er trupult hjá fleiri. Fartelefonin og sosialir miðlar eru uttan iva ein partur av orsøkini.
- Ov nógvir næmingar skilja ikki ella vilja ikki góðtaka, at skúlin javnan er keðiligur og hava tí ilt við at binda frið. Her er serliga talan um dreingir, og tí má skúlin gerast meira handaligur og skapandi. Trupulleikin við ófriði má so ella so loysast, tí hann gongur í stóran mun út yvir bæði fakligheit og trivnað í fleiri flokkum. Ófriður í flokkunum er størri trupulleiki í Føroyum enn í okkara grannalondum, vísir kanningin eisini. Her mugu leiðslurnar støðugt eisini hava fingurin á pulsinum.
- Vit fokusera ov nógv upp á tøkni og trygd og ov lítið upp á fakligheit og úrtøku. Gott dømi er nýggja Kervi+ skipanin.
- Fyrr lósu tey ungu meira. Í dag hava filmarnir, í stóran mun, tikið yvir.
- Vitlíki kann gera arbeiðið fyri tey ungu, og tí mennast tey ikki.
- Inklusión kann stundum vera eitt tvíeggjað svørð. Um lærarin skal taka ov nógv atlit, kann skjótt sansa at fakliga.
- Føroyskt sum annaðmál kann eisini skjótt vera ein avbjóðing
Ein long og drúgv mótbrekka, sum vit í skúlunum onkurvegna skulu liva við og fáa tað besta burturúr. Tí verður eisini trupult at betra PISA-úrslitið munandi.
So hvat er at gera, er nærliggjandi at spyrja. Ja, fyrst og fremst at halda fast í sunnum góðum dygdum. Góð disiplin er alneyðug, har lærarin í stóran mun, væl fyrireikaður, stýrir arbeiðnum. At tann avmarkaða tíðin í skúlanum verður brúkt optimalt, við so fáum avbrotum sum gjørligt. At vit støðugt, frá fyrsta flokki, leggja gott arbeiðslag niður í næmingarnar, og har arbeiðsfriður er altavgerandi. Øll mugu skilja, at skúlin er ein lærustovnur og ikki undirhald.
Myndugleikarnir hava eisini framt onkrar batar. Síðsta samgonga setti evsta ovara mark fyri stødd av flokkum til 22 næmingar. Avgjørt ein broyting til tað betra, um enn tað fer at taka 9 ár heilt at innarbeiða tað í skúlan.
Men annars er alt ikki svart, langt frá tí. Vit liva jú í einum støðugt skjótt broytiligum heimi, har serliga tey ungu duga væl at dagføra seg og navigera. Tey duga ofta ymiskt væl betur enn okkara ættarlið dugdi, eitt nú at leggja fram og miðla ein boðskap, bæði talgilt og í orði og talu. Tey duga eisini væl at kjakast, argumentera og hava stundum stóra vitan um ymiskt, sum ein tilkomin lærari stundum ikki hevur. Men at lesa, skriva og rokna verður altíð fundamentið, sum lærast skal væl og virðiliga.
So hóast vit neyvan fara at kappast við asiatar og finnar um at liggja ovast í PISA, ikki enn í hvussu so er, so skulu tey ungu nokk klára seg. Tað hava tey altíð gjørt, og fara tey framhaldandi at gera.