Tíðindi

Royndir eru ikki alt

12.10.2026
Royndirnar kanna eitthvørt ávíst, men at næmingurin lættliga kann hava lært ómetaliga nógv annað, enn tað vit í eini ávísari roynd síggja. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

”Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.” Eisini eigur fólkaskúlin ”at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.” Hesar paragraffir í endamálsorðing fólkaskúlans eru greiðar og rúma í sjálvum sær øllum tí, ið ynskiligt er at arbeiða fram ímóti.

Afturat hesum eru námsætlanir, sum í smálutum nágreina, hvat næmingurin skal læra í ymsu fakunum. Fyri at tryggja at næmingarnir læra tað, sum námsætlanin ásetur, hava vit seinastu árini havt landsroyndir. Samstundis sum PISA-royndirnar hava víst, at vit ikki fakliga liggja á tí støði, vit ynskja.

Tá vit gera royndir sum landsroyndirnar ella luttaka í royndum sum t.d. PISA, so kanna vit tað, næmingurin fakliga hevur lært. Hesar royndir fáa stóran ans í almenna rúminum. Sjálvandi eiga tær tað, men vit gloyma ofta, at hava/halda fyri eyga, at skúlin skal so nógv annað, sum ikki verður mált. Eitt nú máta vit ikki endamálsorðing fólkaskúlans, har næmingurin skal nema sær: ”kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.”

Vit noyðast at hava í huga, at royndirnar kanna eitthvørt ávíst, men at næmingurin lættliga kann hava lært ómetaliga nógv annað, enn tað vit í eini ávísari roynd síggja. Royndirnar hava heldur ikki fyrilit fyri einstaka næminginum og menningarstignum hjá honum. Tað er stórur munur á næmingum. Onkur næmingur hevur áræði, gott sjálvsvirði og sjálvsálit, ímeðan floksfelagin kann hava tørv á góðum stuðli og nógvum jaligum upplivingum fyri at menna hesar førleikar.

Næmingar kunnu kenna trýst í sambandi við royndir. Samstundis vita vit, at trivnaður og tryggleiki eru týdningarmikilar fortreytir fyri læring. Tí er tørvur á javnvág, um vit ynskja góð úrslit, samstundis sum næmingurin er í einum góðum sálarligum umhvørvi.

Tí er tørvur á einari javnvág. Vit skulu sjálvandi taka royndir og faklig úrslit í álvara, men vit mugu ansa eftir, at skúlin ikki bert undirvísir fram ímóti royndunum. Fólkaskúlin skal framvegis hava alt barnið fyri eyga, bæði fakliga, sosialt og menniskjaliga. Tað er jú júst hetta, sum endamálsorðingin hjá fólkaskúlanum leggur upp til.