Tíðindi
Er Kervi+ vegurin fram?
Nógv kjak hevur verið um Kervi+ síðstu tíðina. Uttan at fara í smálutir er Kervi+ ein tøknilig skipan, har lærarar m.a. kunnu skráseta fráveru hjá næmingum og leggja skúlating út.
Tað verður altso farið frá bláu floksprotokollini, sum tey flestu munnu kenna frá síni skúlatíð. Ein bók, har flokslærarin skrásetti fráveruna hjá næmingunum og samstundis hevði eitt greitt yvirlit yvir, hvussu stóð til við fráveruni. Í bláu protokollini var skjótt at varnast, um onkur næmingur hevði ov nógva fráveru, og skjótt var hjá flokslæraranum at fara í holt við at kanna, hví so var, og um okkurt mátti gerast.
Men tíðin stendur ikki í stað, og tøkniliga menningin gongur við rúkandi ferð. Tí kemur tað eisini fyri, at nýggjar tøkniligar skipanir koma inn í fólkaskúlan. Fólkaskúlin skal vera tíðarhóskandi og ansa eftir ikki at verða afturúrsigldur. Men tað eigur ikki at merkja, at skipanir, sum virka væl, skulu verða skúgvaðar til viks, tí nú er okkurt annað, sum skal avloysa eina skipan, sum frammanundan riggar væl.
Skipanin við bláu floksprotokollini hevur riggað væl. At føra protokoll hevur verið fastur táttur í læraragerninginum. Eitt sindur analogt, gaman í, men tað hevur riggað. Síðani er Kervi, í ymiskum brigdum, komið inn á pallin, og tað er eitt sindur misjavnt, hvat skúlar og lærarar halda. Onkur vil ikki vita av Kervi, tí tað ikki er neyðugt, og onkur annar heldur tað vera ómakaleyst at føra protokoll inni á einari tøkniligari skipan. Og friður veri við tí. Tað er ymiskt, hvat okkum dámar best.
Men ætlanin við Kervi+ er ikki bara fráveruskráseting. Ætlanin er eisini, at skúlatingini skulu vera á har. Tá mugu allir partar rita inn. Lærarin skal rita inn fyri at skriva, næmingurin skal rita inn fyri at síggja og lesa, og foreldrini skulu rita inn fyri at síggja, hvat næmingarnir skulu gera, og hvør kunning annars er at lesa.
Er tað veruliga neyðugt við einari so umfatandi skipan, og hví skulu vit blanda eina fráveruskipan við alt møguligt annað? Jú, teldutrygdin og alt, sum fylgir við tí, skal vera í lagi, men vert er at hava í huga, at talan er ikki um eina bíliga skipan. Hon kostar nógvar milliónir. Milliónir, sum høvdu verið kærkomnar á nógvum økjum í fólkaskúlanum.
Annars man tað eisini vera fáur lærari, sum hevur kært sína neyð um, at tað er alneyðugt við einari nýggjari fráveruskipan. Kanska hevði verið skilagott líka at steðga á við Kervi+ og rætta kós. Tað er so ikki á skrásetingarøkinum, at tørvurin er størstur í fólkaskúlanum.