Tíðindi

Dosera heimaarbeiðið rætt

30.10.2026
Í kunningarlærugreinunum hava vit sum heild sæð eina broyting seinastu árini, har væl meira heimaarbeiði verður lagt á næmingarnar nú enn fyrr. Helst partvíst sum ein avleiðing av tí, at tímatalið í lærugreinunum eru lækkað. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Hvussu nógv og ofta næmingarnir skulu hava heimaarbeiði, verður javnan kjakast um. Hetta veldst sjálvsagt eisini um lærugrein og floksstig. Summir lærarar hella meira til at gera so nógv sum gjørligt í skúlanum og harvið geva lítið og einki fyri heima, ímeðan aðrir halda, at støðugt heimaarbeiði er neyðugur og sjálvsagdur partur av læringini fyri at náa settum málum. Nógv av okkum eru helst onkustaðni harímillum.

Men heimaarbeiði er so nógv ymiskt, hóast tað fyri tað mesta liggur í rímiliga fastari legu.

Serliga í hádeild kunnu vit skilja ímillum tveir høvuðsbólkar av heimaarbeiði. Tær stóru uppgávurnar og so alt annað. Tær stóru eru serliga stílar og innlatingar í støddfrøði, sum koma regluliga gjøgnum árið, umframt árliga verkætlanin. Hesar mugu næmingarnir kenna í góðari tíð, og tær mugu tískil greitt vera nevndar í árskalendaranum, sum foreldrini eisini fáa við ársbyrjan.

So er tað alt hitt heimaarbeiðið. Í málsligu fakunum er tað serliga at lesa skaldsøgur, stuttsøgur og onnur tekstasløg, umframt at lesa upp á fyrisagnir á ymiskum málum. Skrivligar uppgávur skulu eisini stundum latast inn, umframt at framløgur koma fyri.

Í støddfrøði er vanligt at gera restina heima, um ein ikki verður liðugur, umframt at rokna eina fimisrokning av og á.

Í kunningarlærugreinunum hava vit sum heild sæð eina broyting seinastu árini, har væl meira heimaarbeiði verður lagt á næmingarnar nú enn fyrr. Helst partvíst sum ein avleiðing av tí, at tímatalið í lærugreinunum eru lækkað, men helst eisini, tí at tað sum heild er vorðið meira krevjandi at undirvísa í fleiri av kunningarfakunum, hoyrist frá fleiri lærarum. Tað krevst nógv meira av einum lærara í dag enn fyrr at gera fronsku kollveltingina, Berlinmúrin ella grindastovnin norðan fyri Føroyar spennandi fyri einum áttanda flokki. Trupult at siga hví, men møguliga, tí tú ert í einari støðugari kapping við ein størri vavstur at sosialum miðlum, spølum, filmum og øðrum, sum gaman í ikki eru frammi í tímanum, men fylla nógv hjá næmingunum. Næmingarnir hava ofta ilt við at hugsavna seg. Tí saðla lærarar javnan um í kunningarlærugreinum. Brúka push- og ikki pull-háttin, sum eisini ofta er lættari. Í staðin fyri at lirka, kveikja og lokka eitt spennandi orðaskifti fram, verður ein skrivlig uppgáva givin, sum næmingarnir skulu gera lidna heima, og vanliga skal hendan eisini leggjast fram fyri flokkinum.

Møguliga eru vit lærarar nú á døgum ikki eins góð frásøgufólk, sum fleiri vóru fyrr. Ella er kappingin ov hørð; hvør veit. Vit mugu so altíð vera fús til at hyggja inneftir, fyri, um neyðugt, at gera undirvísingina betri. Men tað er mark fyri øllum, hvat ber til.

Ein grundgeving, sum fleiri lærarar í hádeild nevna, fyri at geva næmingunum uppgávur at leggja fram, serliga í kunningarfakunum, er, at so eru teir betur fyri at geva næmingunum støðumet. Annars verður trupult, siga teir. Tað er møguliga rætt, men hetta kann hava nokk so stórar óhepnar fylgjur við sær og eigur tí at verða gjørt øðrvísi.

Serliga fyri teir veikaru næmingarnar kann ov nógv heimaarbeiði stressa meira, enn gott er. Og framløgur kunnu ofta vera krevjandi og stressandi fyri fleiri næmingar.

Um ein vika heima eitt nú er at skriva ein stíl, at rokna nakað, ein fyrisøgn at fyrireika og nakað at lesa her og har, umframt onkur skrivalig uppgáva, er tað væl at liva við. Men um einar tvær framløgur í kunningarfakum javnan koma omaná, kann tað skjótt gerast ov nógv. Yvirskipað er sjálvsagt einki skeivt við at læra næmingarnar at leggja fram fyri hvørjum øðrum. At læra teir týdningin av, at framførslan av einum evni má vera sannførandi og dygdargóð. At hon er eins umráðandi og innihaldið sjálvt. Men tað má passa inn í ta stóru myndina.

Har kunnu helst fleiri av okkum taka í egnan barm. Vit mugu duga betur at dosera heimaarbeiði yvir alt árið, so ikki ov nógv javnan kemur í senn. Her hava tey ymsu toymini í deildunum sína sjálvsøgdu uppgávu. At samskifta betur, so hetta verður hildið á einum meira haldbarum og realistiskum støði.

Sjónarmið í Skúlablað nr 5, 2026