Tíðindi
Veðurlagsvirðislønin økir um áhugan fyri náttúru og umhvørvi
Aftur í ár er møguleiki at senda umsókn til veðurlagsvirðislønina. Seinastu árini hevur Føroya Lærarafelag saman við Betri og FNU handað veðurlagsvirðislønina. Hetta er sama dag, sum Lærarafelagið hevur aðalfund, og hon verður tískil handað 9. mai í ár.
Tað er altíð áhugavert at síggja, hvussu ymsu skúlarnir arbeiða við náttúru og umhvørvi. Lærarar kring landið arbeiða ídnir við nógvum ymiskum umhvørvisevnum. Tað er tó ikki altíð, at hetta arbeiðið er so sjónligt, sum tað átti at verið. Veðurlagsvirðislønin gevur møguleika fyri at vísa bæði starvsfeløgum og almennu Føroyum nakað av tí, ið næmingar og lærarar arbeiða við á skúlunum.
Ætlanin við virðislønini er at eggja næmingum og lærarum at arbeiða við umhvørvisevnum og at økja áhugan fyri náttúru og umhvørvi. Vónandi kann virðislønin geva skúlum, flokkum ella bólkum á skúlunum íblástur til at arbeiða innan eitt nú: burðardygga menning, orku, tilfeingi, burturkast, dálking o.s.fr. Virðislønin er eisini ætlað sum fíggjarligur stuðul til framhaldandi at arbeiða við hesum umhvørvisevnum. Tá vit hava arbeitt við einum og hvørjum, fáa vit ofta eyga á annað arbeiði, ið eisini kundi verið áhugavert. Eitt nú um ynski er at arbeiða við heimaframleiðslu, so kann eitt vakstrarhús betra um møguleikarnar, eitt høsnarhús, ella eitt hvørt annað, sum kann styrkja hetta arbeiðið í skúlanum.
Tær umsóknir, sum eru komnar inn undanfarin ár, hava víst okkum, hvussu ómetaliga fjølbroytt arbeiðið á skúlunum er. Tær umsóknir, ið hava vunnið, hava eisini víst okkum, hvussu vit kunnu arbeiða, og møguliga eru tað eisini skúlar, sum bæði fáa íblástur, samstundis, sum tað eru skúlar, ið fáa eyga á tað arbeiðið, tey gera í sínum egna skúla.
Krøvini til virðislønina er, at umsóknin skal lúka eitt av hesum krøvum; skúlin skal hava:
· Skarað framúr í arbeiðinum við útbúgving í burðardyggari menning.
· Verið virkin í arbeiði at økja tilvitanina um, hvussu veðurlagsavbjóðingar kunnu loysast. Eitt nú við staðbundnum loysnum innan orkunýtslu, burturkasti, nýtslu, keypi og flutningi.
· Fingið burðardygga menning við í arbeiðið ella undirvísingina í skúlanum.
Vónandi kann Lærarafelagið við veðurlagsvirðislønini varpa ljós á góða arbeiðið, sum er í skúlum kring landið. Freistin at senda umsókn til veðurlagsvirðislønina er 13. apríl.
Onnur tíðindi
-
20.04.2026Tiltøk eftir tørvi
-
18.04.2026Nevndin í Lærarafelagnum heldur óbroytt fram
-
14.04.2026Nýggja samgonguskjalið gevur nýggjar vónir
-
08.04.2026Setið tvílæraraskipan í verk og raðfestið telduvørðin
-
26.03.2026Góði politikari, vel fólkaskúlan!
-
17.03.2026Móttøkuflokkur niðurraðfestur