Tíðindi
Nú skal fólkaskúlin á breddan
Allir lærarar hava sjálvsagt eitt ynski um ein góðan fólkaskúla. Ein fólkaskúla, har lærarar og leiðslur hava góðar arbeiðsumstøður, trívast og hava møguleika fremja munagóða undirvísing fyri næmingarnar, so at teir læra, búnast og trívast í felagsskapinum.
Vit lærarar eru góðir við fólkaskúlan. Vit ynskja ein góðan skúla fyri næmingarnar. Spyrt tú meg, vita vit lærarar best, hvat leikar á í skúlanum, og hvussu skúlin eigur at verða skipaður.
Spyrja vit lærararnar, hvørji átøk vilja gera góðan mun í fólkaskúlanum, eri eg vísur í, at nógvir koma við sama svari.
- Raðfestið flokslæraran
- Fleiri útbúnar lærarar í skúlan
- Smærri flokkar
- Lærarin skal trívast í sínum arbeiði
Byrja vit við tí fyrsta, so er tað ein treyt fyri at fáa ein góðan skúla, at vit hava góðar flokslærarar – flokslærarin er lyklapersónurin hjá næminginum.
Fyri at fáa góðar flokslærarar mugu teir hava tíð til tað arbeiði, sum verður kravt.
Tað eru fleiri og fleiri næmingar, ið hava tørv á, at lærarin hevur tíð serstakt til teirra, tí tað er eitthvørt, sum teir stríðast við. Fakliga, sálarliga ella sosialt. At loysa og tryggja hetta er flokslærarauppgávan. Tað er flokslærarin, ið skal tryggja sær, at allir næmingar hava tað gott, læra og eru partur av felagsskapinum. Allir skulu kenna seg væl og kenna seg tryggar í skúlanum. Tískil er neyðugt, at flokslærarin fær meira tíð til sítt arbeiði, so hann røkkur til allar uppgávurnar og allar næmingarnar.
Fólkaskúlin er arbeiðsplássið hjá læraranum. Við nógvu samansettu avbjóðingunum, sum eru lýstar omanfyri, er tað neyðugt, at vit fáa útbúgvið dugnaligar, nærlagdar lærarar. Lærarin er útbúgvin at taka sær av undirvísingini, hann veit, hvussu hon best skal skipast, so læruúrtøkan er góð, og næmingarnir á tann hátt trívast í skúlanum. Samstundis, sum lærarin tekur sær av undirvísingini, er hann eisini útbúgvin til og dugir væl at tryggja sær, at næmingarnir koma at trívast. Tað ber ikki til hjá einum lærara at undirvísa uttan at hugsa um trivnaðin eisini. Læring og trivnaður ganga hond í hond. Tískil skulu vit hava fleiri lærarar í starv, tí lærarin kann ikki útveita arbeiðið fyri trivnaðinum hjá næminginum til aðrar fakbólkar at loysa.
Tvílæraraskipanin skal uppraðfestast, so tað eru fleiri væl útbúnir lærarar um næmingarnar, sum tryggja tað komandi ættarliðið, so at tey læra tað, sum er neyðugt fyri at fóta sær í lívinum og trívast í felagsskapinum.
Tað er eitt lógarkrav, at tað eru í mesta lagi 22 næmingar í hvørjum fyrstaflokki. Tó síggja vit, hóast lógin ikki er ársgomul, at undantøk vóru givin, áðrenn lógin kom í gildi. Tá lógin sigur í mesta lagi 22 í fyrsta flokki, so er tað ein áseting, sum vit skulu halda.
Ráddi eg fyri borgum, so hevði eg arbeitt fyri at lækka næmingatalið niður á 20.
Við tveimum lærarum og í mesta lagi 20 næmingum í flokkinum veita vit ta trygd, at allir næmingar verða sæddir, at allir næmingar fáa munagóða og dygdargóða undirvísing, so at tey læra, búnast og trívast í felagsskapinum.
Tá tveir lærarar eru í flokkinum samstundis, tá kenna næmingarnir seg sæddar og kunnu fáa hóskandi avbjóðingar, so at umstøðurnar at læra eru góðar. Vit tvílæraraskipanini fáa vit ein skúla, har lærararnir fáa undirvíst, so at teir røkka øllum næmingunum. Tá sleppa vit undan nógvum av tí, sum ørkymlar, og sum vit hvønn dag stríðast við – her hugsi eg um alt tað, sum er rundan um sjálvan fakliga partin at undirvísingini.
Lærarin skal trívast í fólkaskúlanum. Trivnaðurin hjá læraranum og læruúrtøkan og trivnaðurin hjá næminginum ganga hond í hond. Í grannalondum okkara síggja vit, at tað eru nógvir lærarar, ið ikki trívast í fólkaskúlanum. Tað merkist á lærarafjøldini, at fleiri lærarar eru troyttir og hava tørv á einum steðgi. Onkrir lærarar leita sær eisini aðrar vegir. Vit hava ikki ráð at hava ein fólkaskúla, sum ikki er mannaður við útbúnum lærarum. Tískil mugu átøk setast í verk, sum tryggja, at lærarin altíð trívist í starvinum. Við m.a. loysnunum, eg vísi á omanfyri, eri eg vísur í, at lærarin fer at trívast, tí hann røkkur út til allar næmingar, hann hevur umstøður at undirvísa, og hann hevur væl útbúnar lærarar aftrat sær, sum hann fær fyrireikað saman við og sparrað við.
Átøk mugu gerast, so vit fáa tíð og umstøður til undirvísingina. Skúlin skal ikki vera eitt skrivstovuveldi. Nógvu útgreiningarskjølini, frágreiðingarnar, ætlanirnar v.m. eru við til, at vit fáa strongdar lærarar. Tað hava vit, sum sagt, ikki ráð til.
Nú er møguleiki at raðfesta fólkaskúlan. Við hægri tímajáttan til flokslæraran, styrktari tvílæraraskipan og færri næmingum í hvørjum flokki kunnu vit fáa ein góðan skúla, har lærarar trívast, og næmingar læra og búnast til lívið.
Játtanin til fólkaskúlan skal fylgja tørvinum hjá næmingunum og ábyrgdini hjá læraranum.