Tíðindi

Móttøkuflokkur niðurraðfestur

17.03.2026
Enn eru bert tríggir móttøkuflokkar kring landið, hóast tosað hevur verið um at fáa fleiri í nøkur ár nú. Her má nakað gerast skjótt. Tí er tað ikki sørt hugstoytt at frætta, at størsti skúli í landinum, Skúlin á Fløtum, hóast hann hevur ynskt at fáa móttøkuflokk, tá ið kommunan hevur spurt um hetta, nú hevur fingið noktandi svar frá kommununi kortini. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Valorrustan er við at koma í hæddina, og nógv siga seg hava boð upp á loysnir á alskyns avbjóðingum, men vallyftini eru ofta luftkend og óneyv. Og hvussu alt skal gjaldast, gloyma tey sum oftast at viðmerkja. Og at hoyra orðið “fólkaskúlin” í kjakinum er sum lundi á jólanátt. Tí var stak hugaligt at frætta í Útvarpinum nú ein dagin, at Miðnám á Kamsdali, frá komandi skúlaári, fer at bjóða út nýggja útbúgving í føroyskum sum annaðmál fyri ung, sum tey kalla FSA-UNG – støðisár í føroyskum. Skúlin greiðir frá, at útbúgvingin er ætlað ungum eftir 9. flokk, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál. Tey kunnu her, eftir lokna hádeild, fáa eitt intensivt skeið í føroyskum, sum fyrireikar tey til at fara víðari á miðnám ella at fara undir aðra útbúgving, eitt nú handverksútbúgving – ella beinleiðis í vinnuna. Størsti denturin verður lagdur á at læra føroyskt, men aðrar lærugreinar verða eisini tiknar við, eitt nú mentanarfatan, at lesa danskt og grundleggjandi støddfrøði. Upptøkukvøvini eru eisini realistisk. Eitt nú kann næmingur, sum av málsligum grundum ikki hevur staðið 9. floks próvtøkuna, eisini verða tikin upp.

Talan er um fulltíðarlestur, og næmingarnir fáa tí studning eins og onnur. Sum skilst væntar skúlin at hava ein fullan flokk hvørt ár.

Alt í alt eitt sera gott átak á Kamsdali, sum uttan iva fer at koma væl við hjá nógvum ungum kring landið við útlendskari bakgrund.

Men sum kunnugt byggir miðnám á fólkaskúlan, og hvussu er so støðan har? Jú, stutt kann sigast, at talið av næmingum, ið hava føroyskt sum annaðmál, økist bara stútt og støðugt. Enn eru bert tríggir móttøkuflokkar kring landið, hóast tosað hevur verið um at fáa fleiri í nøkur ár nú. Her má nakað gerast skjótt. Tí er tað ikki sørt hugstoytt at frætta, at størsti skúli í landinum, Skúlin á Fløtum, hóast hann hevur ynskt at fáa móttøkuflokk, tá ið kommunan hevur spurt um hetta, nú hevur fingið noktandi svar frá kommununi kortini. Tvey flokshøli eru tøk, men tey skulu heldur nýtast til frítíðarskúla, sigur kommunan. Løgin grundgeving og lítið framsøkið, tí um so er, at plásstrot er, so er bara at byggja eina eyka stovu upp í tann nýggja skúlabygningin, sum nú skal byggjast aftur at verandi skúla júst vegna plásstrot. Hesin fer at hýsa trimum skúlastovum, umframt tilhoyrandi hølum, sum í sjálvum sær sjálvsagt er gott og tiltrongt.

Skúlin á Fløtum hevur sum er játtan til 30 undirvísingartímar til næmingar, ið hava føroyskt sum annaðmál. Í ár liggur talið av næmingum um 80, t.v.s., á leið 10% av øllum næmingunum. Talan er sjálvsagt er ein sera samansettan bólk, har fortreytirnar hjá næmingunum eru sera ymiskar, og má tí innsatsurin vera hareftir, út frá tí avmarkaðu orku, sum er.

Økið, føroyskt sum annaðmál, má í heila tikið raðfestast væl hægri framyvir bæði av landi og kommunum. Tí uppgávan tykist bara støðugt at vaksa ár undan ári.

Men vónandi kemur okkurt skilagott fram nú í valstríðnum, sum onkur vil seta í verk. Ein hevur væl loyvi at vóna.

Lærarafelagið skipar so fyri valfundi komandi hósdag í Eysturskúlanum í Havn, har fólkaskúlin burturav er á skránni. Allir flokkar verða umboðaðir. Har verður eitt nú kjakast um næmingar við føroyskum sum annaðmál, serøkið, og hvussu flokslærarin kann fáa betri sømdir framyvir. Vónandi hava umboðini nøkur góð boð um batar. So, sum maðurin segði: Møtið fjølment. Gott val.