Tíðindi

Góði politikari, vel fólkaskúlan!

26.03.2026
Skulu vit varðveita góða fólkaskúlan, mugu lærarar hava góður umstøður at undirvísa. Góðar umstøður at undirvísa merkir t.d., at flokkarnir ikki eru ov stórir. Lærarar mugu hava tíð til at røkka hvørjum einstøkum næmingi, eins og fólkaskúlalógin ásetur. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Í dag skal krossurin setast. Valevnini hava síðstu vikurnar dúgliga heitt á allar veljarar um at velja seg, og nú fáa vit loksins at vita, hvussu tað hevur hilnast.

Men í dag havi eg tó hug at snara kanónini eitt vet og koma við einari áheitan til tey, sum sleppa inn um tinggáttina. Eg fari at heita á teir 33 valdu politikararnar um at velja fólkaskúlan.

Fleiri valevni hava í valstríðnum havt á orði, at fólkaskúlin er grundarsúlan undir samfelagnum, og tað er so satt, sum tað er sagt. Tað er í fólkaskúlanum, at vit ogna okkum nakrar grundførleikar. Bæði fakliga og menniskjaliga. Og nærum øll hava jú sína skúlagongd í fólkaskúlanum. Um onkur so ikki gongur har sjálvur, so koma óivað øll onkuntíð á lívsleiðini í samband við fólkaskúlan sum avvarðandi.

Tí eigur fólkaskúlin sjálvandi at verða raðfestur ovarlaga, tá ið játtanir verða játtaðir til tey ymisku økini. Tað er til gagns fyri øll, at fólkaskúlin fær góðar sømdir. Onnur øki í samfelagnum ynskja sær eisini hægri játtan, treyðugt so, men ein góður fólkaskúli er so ómetaliga umráðandi, tí hann rakar so at siga hvørt mansbarn í Føroyum. Tað er ikki so lítið!

Í skrivandi stund er føroyski fólkaskúlin ein góður skúli, og tað skal hann eisini vera í framtíðini. Skulu vit varðveita góða fólkaskúlan, mugu lærarar hava góður umstøður at undirvísa. Góðar umstøður at undirvísa merkir t.d., at flokkarnir ikki eru ov stórir. Lærarar mugu hava tíð til at røkka hvørjum einstøkum næmingi, eins og fólkaskúlalógin ásetur. Skal undirvísingin hepnast til fulnar, er neyðugt við góðum sambandi millum lærara og næming. Slíkt samband krevur tíð. Tíð, sum lærarar í løtuni ikki hava nokk av, tí teir m.a. eru trýstir at undirvísa nógvar so undirvísingartímar í stórum flokkum.

Ein fitt smágenta segði tað so væl í einum sjónvarpsbroti, sum var víst í vikuni. Spurd um, hvat hvat hon ynskti sær í skúlanum, svaraði hon so skilagóð, at hon ynskti sær, at tað var ein lærari afturat í floksstovuni. Ein lærari afturat, sum kundi fara inn í eitt rúm við teimum næmingum, sum høvdu brúk fyri, at lærarin undirvísti teimum fyri seg eina løtu.

Hendan gentan rakti seymin so beint á høvdið. Ein einføld loysn, sum er løtt at seta í verk. Einki hokus pokus.

Og eftirsum fleiri valevni upp undir valið hava nevnt tvílæraraskipan sum eitt gott hugskot, mugu vit væl saktans vænta, at tað er eitt øki í fólkaskúlanum, sum verður styrkt. Ella hvat?