Tíðindi
Tíðaravmarkað størv ávirka sálarliga arbeiðsumhvørvið
Tað er trupult at gera langtíðarætlanir saman við næmingum, um tú ikki ert vísur í, um tú sleppur at halda fram í starvinum. Tí verða trivnaðar- og undirvísingarætlanirnar bert lagdar fyri eitt ár. Hetta kann ávirka sambandið millum læraran og næmingarnar, samstundis sum tað kann ávirka tilknýtið til skúlan.
Tíðaravmakað starv kann eisini kennast sum fyribils starv. Hetta ger, at vit leggja minni orku í at skapa tøtt sambond við starvsfelagar, tí møguliga hava vit ikki somu starvsfelagar komandi skúlaár. Tá tilknýtið til starvsfelagar viknar, kunnu vit lættliga hava kenslu av at standa uttanfyri ella vera í útjaðaranum av starvsfólkahópinum. Tað er trupult at vera partur av samanhaldinum, um vit ikki kenna okkum sum ein part av hópinum.
Lærarar í tíðaravmakaðum starvi átaka sær oftast stóra arbeiðsbyrðu, siga ja til nærum allar uppgávur, ið koma framvið, tí tað hevur týdning at vísa sítt virði. Tað er ikki óvanligt, at fólk í nærum øllum størvum hava tað vit kalla royndartíð, tá tey byrja á einum arbeiðsplássi. Hjá lærarum kann henda tíðin, sum hjá flest øðrum er á leið tríggjar mánaðir, vara í fleiri ár. Sjálvsálitið viknar, tá vit gera arbeiðið so væl, sum vit megna, arbeiða kanska meiri enn hini, og hóast tað er arbeiðsstøðan óviss.
Tað hevur stóra ávirkan á sálarliga arbeiðsumhvørvið, tá vit arbeiða undir høgum trýsti. Hjá lærarum í tíðaravmarkaðum starvi er ávirkanin á sálarliga arbeiðsumhvørvið munandi størri. Eitt er, at arbeiðstrýstið økist, tí lærarin átekur sær nógvar uppgávur. Onnur viðurskifti, sum ávirka sálarliga arbeiðsumhvørvið, eru kenslur av manglandi festi til skúlan og starvsfelagar. Óvissa arbeiðsstøðan ger, at hóast lærarin arbeiðir nógv og leggur seg eftir at hava góða undirvísing og arbeiða væl við trivnaðinum hjá næmingunum, so kann arbeiðsstøðan geva lærarum sjálvkenslurnar so sum dugnaloysi og lítilsvirði.
Aftrat hesum kemur ótrygga fíggjarstøðan, sum ger tað trupult at tilrættaleggja eitt nú bústaðarkeyp og møguliga eisini familjulív.
Skipanin ger, at vit helst framhaldandi fara at hava lærarar í tíðaravmakaðum størvum. Sálarliga trýstið kann tó betrast munandi, um leiðslur vísa lærarum í tíðaravmarkaðum starvi álit og stuðul. Eisini eiga leiðslur at vera so mikið menniskjaligar, at tær opið og erliga siga lærarum, hvør teirra starvsstøða er. Leiðslur eiga at samskifta erligt og virðiligt við sínar lærarar, um bæði teirra yrkisføri, samstarvsevni og framtíðarmøguleikar. Hetta hevði minkað munandi um sálarliga arbeiðstrýstið hjá lærarum í tíðaravmarkaðum starvi. Best hevði verið, um skipanin var tann, at lærari, sum hevur verið tvey ár í sama skúla, helt fram á skúlanum so leingi, tímajáttanin loyvir tí. So vóru munandi færri lærarar undir óneyðugum trýsti.
Onnur tíðindi
-
16.06.2026Fakliga støðið lækkar – hví og hvat kann gerast?
-
10.06.2026Seturskúli ein góð íløga
-
02.06.2026Kann læring mátast í tølum?
-
18.05.2026Samfelagsfrøði má helst víkja ...
-
05.05.2026Lærarar broyta lív og skapa framtíð
-
29.04.2026Flokslæraraleikluturin eigur at verða styrktur