Tíðindi

Samfelagsfrøði má helst víkja ...

18.05.2026
Ella er tað møguliga júst ein háttur at skera onkra lærugrein heilt burtur, fyri at fáa tímatalvuna at ganga upp, og harvið eisini geva pláss fyri meira handaligum og musiskum fakum? Avgjørt ein viðkomandi spurningur, sum má takast við í kjakið, um lærugreinabýtið møguliga einaferð skal broytast. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Herfyri hevði Føroya Lærarafelag sín árliga aðalfund á Hotel Føroyum. Sum altíð, áhugaverdur og upplýsandi fundur og, sum siður er, bleiv rundað av við góðari veitslu. Tað er sjón fyri søgn, at limum felagsins dámar samanrenningina ímillum góðan og seriøsan fund um dagin, har nógv ymiskt og viðkomandi er á skránni, og so tað meira hugnaliga og óformella um kvøldið. Tað er eins og álvari og gaman gongur hond í hond. Hetta er vorðin góð siðvenja, sum felagið heilt víst fer at halda fast í.

Ein fastur táttur á aðalfundinum er, at landsstýrismaðurin í skúlamálum er gestarøðari. Vit hava júst fingið nýggjan ráðharra, Bárður á Lakjuni, og tí var sjálvsagt áhugavert at hoyra, hvar ið hann hevði upp á hjarta. Hann hevði eina góða og viðkomandi røðu, har hann sveimaði víða kring fleiri skúlaviðurskifti. Segði eisini, sum vituligt er, at hann líka, her í byrjanini, mátti fáa høvi at fóta sær, tí nógv var at seta seg inn í.

Men uttan at fara í smálutir, segði hann m.a., at hann fór at hygga at støðuni hjá teimum musisku og handaligu lærugreinunum. Hesar skulu fáa meiri rúmd í fólkaskúlanum, segði hann. Hetta taka vit fult undir við í felagnum, tí skúlin er yvirskipað ov bókligur fyri nógvar næmingar, og tí troyttast fleiri av teimum.

Men við hesum verður eisini komið inn á eitt trupult yvirskipað evni, sum er lærugreinabýti. Hvussu skulu sól og máni deilast rætt á tímatalvuni.

Tað er øllum greitt, at tað seinnu árini er vorðið smábýtt millum tær ymisku lærugreinarnar. Hetta er serliga tí, at fleiri skúlar hava ynskt, og eisini gjøgnumført, eitt lægri tímatal enn áður. Fleiri størri skúlar, eitt nú í høvuðsstaðnum, hava í dag bert 30-31 tímar um vikuna í hádeild, í mun til 37-39 tímar bara fyri nøkrun fáum árum síðani. Tað sigur seg sjálvt, at her má raðfestast og snørast inn í fleiri lærugreinum, tí tær fækka ikki í tali.

Ella er tað møguliga júst ein háttur at skera onkra lærugrein heilt burtur, fyri at fáa tímatalvuna at ganga upp, og harvið eisini geva pláss fyri meira handaligum og musiskum fakum? Avgjørt ein viðkomandi spurningur, sum má takast við í kjakið, um lærugreinabýtið møguliga einaferð skal broytast.

Størsti skúli í landinum, Skúlin á Fløtum, hevur royndarskipan koyrandi, sum m.a. inniber, at eingin árgangur hevur meir enn 30 tímar um vikuna. Tað hevur viðført, at fleiri lærugeinar er munandi skerdar í tímum. Eitt nú hava dansk, enskt og týskt nú bert tveir tímar og landafrøði, kristni og lívfrøði ein tíma um vikuna. Hetta ger sjálvsagt, at tú sum lærari javnan verður noyddur mest sum at skoyta ígjøgnum ymiskt evni, vegna tíðarneyð, fyri at koma á mál. Tú klárar ikki tað sama sum fyrr, tað sigur seg sjálvt, hóast næmingarnir generelt eru betur upplagdir í dag enn fyrr, vegna styttri skúladag. Men krøvini eru enn tey somu. Tað síggja vit, nú próvtøkur standa fyri durum.

Men slík tilgongd, at møguliga skera okkurt fak burtur, er alt annað enn løtt. Tí øll halda, at teirra kongaríki er heilagt og tí ikki kann rørast.

Men eitt fak er harafturímóti komið aftrat í skúlanum í 7.-9. flokki.  Tað er samfelagsfrøði, sum kom í 2012. Tveir tímar eyka á tímatalvuna. Áðrenn 2012 vóru evni um samfelagsfrøði partur av øðrum lærugreinum, serliga søgu og landsfrøði.

Vit mugu tora at raðfesta til og frá. Tey musisku og handaligu fakini skulu hava meira rúmd, ja. Men tað skulu landafrøði og lívfrøði so sanniliga eisini umframt eitt nú danskt, sum nærmast er í fríum falli í fólkaskúlanum, tí tað er so sera avmarkað, hvat næmingarnir síggja og hoyra av donskum í dag í mun til fyrr. Tað er týdningarmiklari, at næmingarnir læra grundina væl fyrst. T.v.s., at lesa, skriva, rokna, læra fremmandamál og klassiskt dannilsi. So má okkurt sosiologist og búskaparligt kjak um onkra møguliga kommunusamanlegging bíða. Grundarlagið fyrst. 

Tí kundi loysnin verið at skert samfelagsfrøði burtur sum sjálvstøðugt fak í fólkaskúlanum. Miðnámsskúlarnir taka sær av tí. Svárt ja, men neyðugt.