Tíðindi
Lærarar broyta lív og skapa framtíð
“Teacher Appreciation Week” er ein vika, har ljós verður varpað á lærarayrkið. Í Føroyum kenna vit lítið til vikuna annað enn, at hon er nú í viku 19. Onkrir lærarar hava tó merkt vikuna, tí næmingar bera læraranum eina heilsan av onkrum slag.
Men hevur henda vikan nakran týdning? Er tað annað enn ein siðvenja úr útlondum? Eiga vit at varpa meir ljós á vikuna?
Eg haldi avgjørt, at hetta er meira enn ein siðvenja. Vikan er ein áminning um nakað, vit ofta gloyma í gerandisdegnum: at arbeiðið, vit gera, hevur stóran og varandi týdning.
Í eini tíð, har so at siga alt verður mátað í tølum og úrslitum, er tað neyðugt hjá okkum øllum at steðga á og minnast til menniskjaliga virðið í tí, vit gera hvønn dag.
Sum lærarar vita vit, at okkara arbeiði ikki altíð sæst beinanvegin. Vit sáa fræ sum ofta spíra nógv ár seinni. Góð orð, uggi, tryggleiki og stjørnustundirnar, vit skapa saman við næmingunum, eru við til at skapa teir og tryggja framtíðina. Hetta er okkara ábyrgd, men hetta er sanniliga eisini ein framíhjárættur at hava.
Teacher Appreciation Week, ella takksemisvika lærarans, gevur okkum høvi at varpa ljós á týdningin, vit hava í samfelagnum, ja, í øllum heiminum. Vikan er við til at styrkja okkara egnu fatan av tí arbeiði, vit hvønn dag gera.
Latið okkum brúka vikuna til at lýsa tað góða, vit uppliva í arbeiði okkara. Latið okkum fortelja um stjørnustundirnar, tá eitthvørt eydnast, tá næmingarnir trívast, læra og menna seg. Tær smáu løturnar, tá vit merkja framstig, tær smáu løturnar, tá tað eydnast, hóast útlitini ikki vóru tey bestu. Hvussu gjørdu vit? Hví gjørdu vit tað? Hvat fingu vit burturúr tí? Latið okkum læra av hvørjum øðrum.
Vit mugu eisini tora at tosa opið um avbjóðingarnar, sum eru í lærarayrkinum. Tí lærarayrkið er eitt sera komplekst starv. Vit vita ikki, tá vit møta, hvat er okkum í væntu. Tað kemur meir enn so fyri, at tað, sum vit hava fyrireikað, má skúgvast til viks, tí eitthvørt annað má á skránna. Tað styrkir ikki okkara støðu at fjala tað, sum er avbjóðandi. Hinvegin er tað ein styrki at vísa á, hvussu nógv skal til fyri at skapa eitt trygt, mennandi og lærandi umhvørvi.
Ein lærari er ikki bara ein lærari. Ein lærari er so ómetaliga nógv meir enn tað. Vit lærarar eru fyrimyndir, vegleiðarar, trygdarnet, og eg kundi hildið á fram. Vit lærarar mynda framtíðina. Ikki bara framtíðina hjá næmingunum, men framtíðina í einum heilum samfelag. Í øllum heiminum.
Takksemisvika lærarans skal tískil ikki bara vera ein vika, har vit verða heiðrað fyri avrik okkara. Men vikan skal vera ein áminning um stóra týdningin, vit hava. Áminning um, hví vit eru í yrkinum. Tí vit broyta lív og skapa framtíðina. Vit skulu minnast til, at tað vit gera gevur meining og hevur týdning.
Góðu lærarar, góða takksemisviku!
Onnur tíðindi
-
18.05.2026Samfelagsfrøði má helst víkja ...
-
12.05.2026Tíðaravmarkað størv ávirka sálarliga arbeiðsumhvørvið
-
29.04.2026Flokslæraraleikluturin eigur at verða styrktur
-
20.04.2026Tiltøk eftir tørvi
-
18.04.2026Nevndin í Lærarafelagnum heldur óbroytt fram
-
14.04.2026Nýggja samgonguskjalið gevur nýggjar vónir