Tíðindi
Seturskúli ein góð íløga
Hetta er tíðin, tá hópur av næmingum í fólkaskúlanum ferðast kring landið á seturskúla.
Hóast hetta kann tykjast einans at vera hugni, so er seturskúlin avgjørt eisini ein partur av menningini hjá einstaka næminginum. Tað er ymiskt, hvussu nógv næmingar eru burtur heimanífrá. Tá ið vit fara á seturskúla, eru næmingar undir øllum umstøðum heimanífrá á ein øðrvísi hátt, enn tá teir ferðast við familjuni ella vitja næstringar. Hetta styrkir teirra sjálvskenslu, tí teir læra at taka ábyrgd av sær sjálvum, floksfeløgum og egnum lutum. Teir noyðast at hava skil á soviplássi og viðføri, samstundis, sum tað ofta er neyðugt at hjálpast at, serliga um plássið er eitt sindur trongt.
Floksfelagar kennast ofta væl, men vit hava ofta hug at vera saman við teimum, vit kenna best ella trívast best saman við. Á seturskúlanum er allur flokkurin saman heilar dagar, tí skapast ofta nýggj vinabond. Samstundis styrkjast samstarvsevnini og evnini at loysa konfliktir, um onkrar støður koma . Tað, at vera saman til allar máltíðir, hjálpast við at seta fram, rudda av og at fáa aðrar felagsuppgávur loystar, styrkir bæði sosialu førleikarnar og samanhaldið í flokkinum.
Seturskúli er ikki bara hugni. Endamálini kunnu vera ymisk, tó verður ofta undirvíst í nærumhvørvinum har seturskúlin er. Søga, náttúra ella annað, ið er knýtt at staðnum. Hetta kann stimbra áhugan hjá næmingunum, bæði tí teir eru í einum óvandum umhvørvi, men helst eisini tí at undirvísingin fer fram saman við upplivingum, sum samstundis gera tað meiri livandi og helst eitt sindur spennandi.
Tað er ikki bara hjá næminginum, at seturskúlin er góður. Hjá lærarunum er eisini nógvir ágóðar við at fara á seturskúla. Tað, at lærarar og næmingar eru saman í óformligum umhvørvi, ger, at samskiftið millum einstaka næmingin og lærarar er øðrvísi enn í floksstovuni. Samstundis sum lærarin hevur møguleika at síggja næmingin á ein øðrvísi hátt, bæði tá tað kemur til samskifti og fakliga vitan, so er eisini møguleiki fyri, at næmingarnir fáa øðrvísi upplivingar av lærarunum. Um samspælið millum einstaka næmingin og lærara kann vera eitt sindur stirvið, so er stórur møguleiki fyri, at hetta broytist eftir, at flokkurin hevur verið á seturskúla saman við læraranum.
Felags upplivingar á seturskúlanum, kvøldhugni, bál, útferðir, spøl og annað skapa gleði og trivnað. Næmingarnir minnast ofta seturskúlar leingi og kunnu tosa um upplivingar á seturskúlanum. Hetta styrkir samanhaldið í flokkinum og er góður gróðrarbotnur fyri trivnaðinum í flokkinum. Tá trivnaðurin økist, økist læringin eisini, tí er nógv at vinna við at fara á seturskúla. Allir lærarar og næmingar áttu tí at fingið møguleikan at fara á seturskúla hvørt ár. So høvdu næmingarnir nátt at uppliva nógv ymisk runt um í landinum og fingið holla vitan um Føroyar, samstundis sum samanhaldið og trivnaðurin í flokkinum høvdu verið styrkt.
Onnur tíðindi
-
09.07.2026Nú hevur flokslærarin bíðað nóg leingi
-
08.07.2026Trívist lærarin, so er gott at vera næmingur
-
23.06.2026Vitlíki og skrivligar próvtøkur
-
16.06.2026Fakliga støðið lækkar – hví og hvat kann gerast?
-
02.06.2026Kann læring mátast í tølum?
-
18.05.2026Samfelagsfrøði má helst víkja ...