Tíðindi

Kann læring mátast í tølum?

02.06.2026
Ein karakterur er ein meting av einum arbeiði ella einum avriki. Ein løtumynd. Hann er ikki ein meting av virðinum hjá einum menniskja. Kortini uppliva nógv næmingar tað soleiðis. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Summarið er komið, og í skúlunum merkja vit tað best, tí nú eru próvtøkur aftur á skránni. Kring landið sita næmingar nú við bókum og notatum og gera seg klár til próvtøkurnar. Summir næmingar kenna seg væl fyrireikaðar, meðan onnur telja dagarnar til summarfrítíðina og vóna, at tað gongur hampiligt. Tað er ein serstøk tíð á skúlaárinum. Tíðin, har nógv av tí arbeiði, sum er gjørt gjøgnum árini, skal vísast fram, og har karakterir fáa stóran týdning.

Felags fyri okkum lærarar er, at vit vilja hava ein skúla, har læring, trivnaður og menning eru í miðdeplinum. Tí er tað eisini viðkomandi at seta spurningar við tann leiklut, sum karakterir hava fingið í skúlanum og í samfelagnum sum heild.

Sjálvur havi eg ofta hugsað, hvønn leiklut karakterir í veruleikanum hava. Vit vita, at teir eru ein partur av skúlaskipanini. Men eg sakni, at vit steðga á og spyrja, hvat teir í veruleikanum gera við okkara fatan av læring. Hjálpa teir næmingum at mennast, ella eru teir vorðnir ein mátistokkur, sum ov nógv verður lagt í?

Sjálvandi hava karakterir sínar fyrimunir. Teir geva næmingum eina ábending um, hvussu tað hevur gingist í einum ávísum fakligum arbeiði ella einari ávísari lærugrein. Teir kunnu eisini vera eitt amboð hjá okkum lærarum at geva afturmelding og vísa á, hvar ein næmingur hevur styrkir, og hvar tað er pláss fyri menning. Harumframt eru karakterir ofta neyðugir, tá ið næmingar skulu søkja víðari á miðnámsskúla ella aðra útbúgving.

Men samstundis síggi eg, hvussu nógv vald karakterir hava fingið hjá nógvum næmingum. Tá ið próvtøkurnar nærkast, hoyri eg ikki bara spurningar um evnið, arbeitt verður við. Eg hoyri eisini nógv: „Hvønn karakter væntar tú, at eg fái?“ ella „Hvat skal eg gera fyri at fáa eitt 12-tal?“ Samrøðurnar um læring, forvitni og evnini, arbeitt verður við koma í aðru røð, tí tað snýr seg allarmest um eitt tal. Eg eri vísur í, at hetta er nakað, vit lærarar allir kenna aftur á onkran hátt.

Vit liva í einum samfelag, har nógv verður mátað og samanborið, so tað er skiljandi. Næmingar vita, at karakterir kunnu hava týdning fyri framtíðarmøguleikar. Men tað kann eisini hava við sær, at teir byrja at seta virði sítt sum næmingar – og kanska eisini sum menniskju – í samband við karakterirnar, teir fáa.

Tað er her, vit mugu vera varin. Ein karakterur er ein meting av einum arbeiði ella einum avriki. Ein løtumynd. Hann er ikki ein meting av virðinum hjá einum menniskja. Kortini uppliva nógv næmingar tað soleiðis. Eg havi møtt næmingum, sum eru sera vónbrotnir, tí teir fingu eitt 7-tal heldur enn eitt 10-tal. Ikki tí arbeiðið var vánaligt, men tí teir høvdu sett sær eitt ávíst mál. Somuleiðis havi eg møtt næmingum, sum hava stríðst í langa tíð og gjørt stór framstig, men sum kortini kenna seg miseydnað, tí karakterurin framvegis er lágur. Lágur, í mun til tað, tey ynskja sær og vænta av sær sjálvum.

Í Føroyum hava vit dugnaligar lærarar, sum hvønn dag arbeiða við at menna fakligu og menniskjaligu førleikarnar hjá næmingunum. Tað arbeiðið er nógv meira fjølbroytt enn tað, sum kann síggjast í einum einstøkum tali. Lærarar geva dagliga vegleiðing, afturmelding og stuðul, sum hjálpir næmingum at menna seg. Tað er ein týdningarmikil partur av okkara uppgávu, sum ikki altíð sæst aftur á próvtalsblaðnum.

Læring og skúlagongd er so nógv meir enn tað, sum sæst á einum próvtalsblaði. Tað sæst ikki í karakterunum, hvør hevur arbeitt miðvíst í langa tíð. Tað sæst ikki, hvør hevur vunnið á ótta fyri at tosa framman fyri øðrum, ella hvør hevur lært at samstarva betur við floksfelagar. Tað sæst heldur ikki, hvør hevur ment sjálvsálit og torir at rætta hondina upp og seta spurningar. Tað sæst heldur ikki, hvør er lopin, har garðurin er lægstur.

Eitt annað, sum eyðkennir próvtøkutíðina, er trýstið. Nógvir næmingar kenna nervar undan próvtøkum, og tað er púra natúrligt. Men summi uppliva eisini eitt trýst, sum verður so stórt, at tað ávirkar bæði trivnað og sjálvsálit. Tað tykist sum, at próvtøkan er farin meira frá at vera ein møguleiki at vísa, hvat ein hevur lært gjøgnum skúlagongdina, til at vera ein løta, sum mann er bangin fyri at miseydnast í. Vit mugu ikki enda við einari skúlaskipan, sum næmingarnir eru bangnir fyri.

Vit skulu sjálvsagt hava væntanir til næmingarnar. Tað er ein partur av skúlanum. Men vit eiga eisini at minna tey á, at ein próvtøka og eitt tal ikki avger alla framtíðina. Lívið er fult av møguleikum, nýggjum byrjanum og ymiskum leiðum at røkka málum sínum. Ein einstakur karakterur er bara ein lítil partur av eini nógv størri mynd.

Kanska er størsta avbjóðingin at finna javnvágina. Karakterir kunnu vera gagnligir, men teir eiga ikki at gerast endamálið við skúlagongdini. Endamálið eigur framvegis at vera at læra, mennast og gerast klókari – fakliga og menniskjaliga.

Møguliga er tíðin komin til at eftirmeta tað, vit gera. Eiga vit at geva karakterir? Eiga vit heldur at fara til at gera ummæli av næmingunum? Eiga vit at gera bæði?

Í karakterunum, vit geva, sæst ikki aftur, hvørjir menniskjaligir eginleikar hvør einstakur næmingur hevur. Tað ber væl til at fáa lágan karakter í fakligum avrikum, men samstundis ert tú ein góður, umsorganarfullur og fittur floksfelagi.

Vit mugu, sum samfelag, vera varin, so vit ikki fara at framleiða tøl heldur enn menniskju. Tí tá alt kemur til alt, er tað ikki karakterurin, sum avger, hvør ein er sum persónur. Tað er arbeiðið, viljin  og hugburðurin at læra og evnið at halda fram, eisini tá ið tað er trupult. Tað eru teir eginleikarnir, sum vit hava tørv á í einum góðum samfelag. Ikki tølum, sum standa á einum próvtalsblaði.