Tíðindi
Fakliga støðið lækkar – hví og hvat kann gerast?
Í skrivandi stund eru næmingar í 9. og 10, flokki, sum vera man, fult upptiknir av at ganga til próvtøku. Men ikki allir hava eins lætt við at klára tær mest grundleggjandi lærugreinarnar. Móðurmálið og støddfrøði.
Tað vísir m.a. stór kanning, sum Arbeiderbevægelsens Erhvervsråd í Danmark hevur gjørt; kanningin byggir á tøl frá 2025. Hon vísir, at ein út av 9 næmingum dumpaði bæði í donskum og støddfrøði í 2025, og talið hevur verið støðugt hækkandi seinastu árini. Og á landsins 100 mest avbjóðaðu skúlum í Danmark var talið heili 20%. Donsk tøl, gaman í, men eingin orsøk er at halda, at vit ikki longu hava, ella fáa, líknandi avbjóðingar her heima.
Ræðandi gongd, má sigast, men hví er fakliga støðið lækkandi í fleiri londum, og hvat kann gerast við tað? Ja, hevði svarið verið so einfalt og neyvt, hevði landsstýrismaðurin helst skjótt kunnað sett tiltøk í verk, um vilji annars var til tess. Men svarið er alt annað enn einfalt og neyvt. Og áðrenn vit broyta kós, mugu vit sjálvsagt, so vítt gjørligt, vita, hví støðan er sum hon er, og hvar haltar fakligt.
Svarið er sjálvsagt samansett. Men danskir lærarar kunnu í øllum førum staðfesta, vísir kanning hjá danska lærarafelagnum, at støðugt fleiri næmingar klára ikki at loysa einfaldar uppgávur. Teir skilja heldur ikki heilt einfaldar vegleiðingar, og tingini mugu skerast út í papp og endurtakast fleiri ferðir, fyri at teir skulu fáa tað við og fata innihaldið. Og so er oftast støðugur ófriður í flokkinum. Miðnámsskúlalærarar uppliva eisini støðugt dalandi fakligt støði.
Hvar er ketan so lopin av, og hvat kann gerast, er nærliggjandi at spyrja.
Tað hevur danski professarin Ove Korsgaard, ið júst er aktuellur við bókini Folkeskolens udfordringer nøkur boð uppá. Ein høvuðsavbjóðing, sigur hann, er, at nógv børn og ung ongantíð hava lært, hvat úthaldni, uppmerksemi og tamarhald á sær sjálvum í veruleikanum merkir. Foreldrini hava ongantíð lært tey tað. Uppdragilsi heimanífrá hevur í heila tikið alstóran týdning fyri læring, og her er støðan misjøvn, sigur Korsgaard.
Onnur avbjóðing er, at skúlin so at siga altíð skal tillaga seg barninum. Tað er sjáldan barnið, sum skal laga seg til felagsskapin. Tað ger arbeiðið ikki lættari.
Nógv nútíðar foreldur vilja ofta bakka síni børn og ungu upp, um flokkurin følir, at ein ella annar lærari ikki kann motivera tey til at læra eitt nú støddfrøði. Úrslitið kann so vera, at annar lærari kemur ístaðin. Eitt heilt misskilt átak, ofta til tað verra.
Í Danmark hevur fólkaskúlin nógvastaðni, sambært Korsgaard, í nógv ár, verið ein foreldraskúli, og lærarin er blivin eitt slag av einum tænastustarvsfólki við vanlukkuligum fylgjum fyri teirra status og myndugleika. Hørð orð, jú. Men hann tekur tað valla úr leysum lofti. Hann er jú professari á økinum.
Men hann sigur tó eisini, at hann nú hómar glottar fyri framman. Sunn uppaling, foreldra- og læraramyndugleiki eru spakuliga við at koma í rættlag aftur. Gamlar dygdir, sum, í síðsta enda, hava alstóran týdning fyri fakligu úrstøkuna.
Og so kann fílurin í rúminum, vitlíki, sjálvsagt eisini skoytast uppí. Sum vit vita, kann vitlíki skjótt, um ikki rætt verður borið at, gera, at børn og ung í besta lagi standa í stað fakligt. Tey duga møguliga at finna eitt skjótt svar, men ofta uttan at hava stórvegis innlit í evnið. Men vónandi og vantandi kemur vitlíki fyrr ella seinni í eina ella aðra skilagóða fakliga legu.
Má sjálvur eisini beinanvegin siga, at eg kenni meg ikki heilt aftur í mongum av tí, sum Korsgaard sigur. Mín greiði varhugi er, uttan at eg veit tað fyri vist, at vit eri betur fyri her heima, enn tey eru í fleiri av okkum grannalondum. Ikki bara hava vit nokk av útbúnum lærarum í skúlunum. Nakað, sum als ikki er støðan í fleiri av hinum Norðurlondunum, eitt í Noreg og Danamrk. Men eisini er eitt nú hugburðurin til skúla millum foreldur her heima generelt góður. Eitt gott og virðiligt samskifti er vanliga tað, sum eyðkennir sambandið ímillum heim og skúla, og virðingin er samsvarandi. Lærarar hava møguliga ikki ta tign, sum teir høvdu fyrr, men hava tó, enn sum áður, tann sunna myndugleikan og ta disiplin, sum er alneyðug, fyri at náa teimum fakligu krøvunum, sum til eina og hvørja tíð verða sett. Lærarar kring landið gera, í heila tikið, eitt stórt arbeiði og royna støðugt, hvat teir kunnu, fyri at náa settum fakligum málum og krøvum. Men fortreytirnar kunnu jú vera so sera ymiskar, so tað er oftani lættari sagt enn gjørt.
Vell, liðugur at føra upp fríggjadagin, so nú er ikki nógv eftir. Summarfrí um eina viku.
Gott summar øll somul.