Tíðindi
Trívist lærarin, so er gott at vera næmingur
Eg elski at vera lærari. Tað er svarið frá nógvum lærarum, tá teir verða spurdir, hvussu teimum dámar arbeiðið. Men svarið er eisini, at um somu tíð sum teimum dámar at vera lærarar, so gera arbeiðsumstøðurnar tað trupult, og tey møðast í yrkinum. Tí eiga arbeiðsumstøðurnar og trivnaðurin hjá lærarum at verða tikin í nógv størri álvara, tá ið fólkaskúlin verður viðgjørdur.
At trívast sum barn ella tannáringur er ikki altíð so einfalt, tí liggur nógv á lærarum at fáa næmingarnar at fóta sær í skúlanum. Í miðdeplinum í arbeiðinum í skúlanum er einstaki lærarin, og hann má eisini trívast, hann má hava eitt “yvirskot”, fyri at geva næminginum neyðugu umstøðurnar. Tí um lærarin trívist, so er gott at vera næmingur.
Regluligar trivnaðarkanningar eru gjørdar millum næmingarnar í 5., 7. og 9. flokki. Tann seinasta var í 2023; Kanningin gevur eitt gott innlit í perspektivið hjá børnunum av spurdu viðurskiftunum. Trivnaðarkanningar vóru eisini gjørdar í 2015 og í 2019, og vit eiga at halda fast í hesum og gera eina nýggja kanning í næsta ár.
Trivnaðarkanningarnar millum næmingarnar eru neyðugar, men tær kunnu ikki standa einsamallar; tí eiga kanningar eisini at vera gjørdar fyri lærarar og skúlastjórar, hvussu tey trívast í yrkinum, tí hesi tingini hanga saman. Tað eru 13 ár síðan skúlamyndugleikin gjørdi nakra skipaða kanning millum lærarar og skúlastjórar, sum kundi lýsa teirra umstøður, og hvussu tey trívast í yrkinum; tí standa skúlarnir á berum, tá hesi viðurskiftini skulu viðgerast.
Lærarafelagið skipaði fyri einum seinnaparti um sálarliga arbeiðsumhvørvið í desember í fjør. Á tiltakinum greiddi Annika Helgadóttir, granskari, frá úrslitum úr kanningini “Arbeiðið og tú”, har tað vísti seg, at lærarar eru nógv merktir av kensluligum krøvum í arbeiðinum, eisini meira enn tað er galdandi fyri starvsfólk í øðrum yrkjum. Heri Joensen frá Lóður greiddi eisini frá teirra trivnaðarkanningum á arbeiðsplássum. Hann greiddi m.a. frá, hvussu verri trivnaður beinleiðis ávirkar hægri sjúkrafráveru, lægri motivasjón og minni orku til tað fakliga. So tað eru allar góðar grundir til at gera regluligar kanningar av, hvussu lærarar og skúlastjórar trívast, tí tað merkist hjá næmingunum, um lærarar og skúlastjórar ikki trívast, og tað kostar eisini nógv í m.a. hægri sjúkrafráveru.
Stutt sagt, so mugu kanningar gerast av, hvussu lærarar og skúlastjórar trívast. Tað er eingin kanning gjørd í nýggjari tíð, sum kann lýsa hesi viðurskiftið, og skúlamyndugleikin kann ikki venda blinda eygað til, tá vit vita, hvussu stóra ávirkan tað hevur, at lærarar og skúlastórar trívast, og hvussu nógv tað kostar, tá lærarar ikki trívast.
Onnur tíðindi
-
09.07.2026Nú hevur flokslærarin bíðað nóg leingi
-
23.06.2026Vitlíki og skrivligar próvtøkur
-
16.06.2026Fakliga støðið lækkar – hví og hvat kann gerast?
-
10.06.2026Seturskúli ein góð íløga
-
02.06.2026Kann læring mátast í tølum?
-
18.05.2026Samfelagsfrøði má helst víkja ...